Heftið er partur av røðini virkisbúskapi, sum er ætlað undirvísing í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum, men eisini til sjálvlestur hjá teimum, ið hava áhuga fyri virkisbúskapi.
Hetta er uppgávuhefti til bókina Virkið.
Hetta er uppgávuhefti til bókina Bókhald og ársroknskap, ið er ætlað til lærugreinina virkisbúskap stig B í hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum.
Fyriskipan eftir Heðin Samuelsen, lærara í Føroya Handilsskúla í Havn, er tann seinasta bókin av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum.
Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum
Høvundarnir hava endurskoðað, økt og dagført bókina, og miðað hevur verið eftir at gera uppgávubókina fjøltáttaða, eins og roynt verður at fylgja við fakliga rákinum innan frálæruna í virkisbúskapi.
Bókin er ætlað til lærugreinina virkisbúskapur á C-stigi í handilsskúlanum, men kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av teimum, sum ongan kunnleika hava frammanundan um virkisbúskap og roknskap.
Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum.