Steintór Rasmussen er lærari, høvundur og tónasmiður. Hann hevur frá ungum árum yrkt og skrivað løg. Í hesi nótabók eru 100 heimagjørdir sangir saman við teksti, tekningum og tíðarmyndum.
Í bókini er fyrst og fremst partiturið, síðani tey ymsu insturmentini - og sum eitt kuriosum eru nótarnir hjá teim ymsu instrumentunum eisini goymdir í pdf-formati á geymanum síðst í bókini, klárir at skriva út.
Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær.
Akkordeonið hevur verið mín fylgisneyti, líka síðan eg fór í skúla. Tað var omma mín, sum segði: „Tú skalt læra teg at spæla eitt ljóðføri! Hví ikki akkordeon?“ Eftir akkordeonskúla í Eckernförde í Týsklandi fór eg á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, har eg tók útbúgving sum tónleikari, lærari og solistur. Tú kanst hava gleði av tónleiki alt lívið, og tað gleðir meg at síggja tónleikin glógva í eygunum á mínum næmingum.
Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari.Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl.Tað eru hesi løg,sum verða sýnd fram í bóklinginum.
Í triðju útgávuni av føroyskum kórsangi, Føroysk kórbók 3, eru løg skipað fyri kór frá gomlu fólkavísuni Dronning Dagmar, til nútíðar sangskrivarar sum Martin Joensen, Kim Hansen, Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen.
Nótabók við løgum eftir Knút Olsen, m.a. Ein firvaldur í góðum lag, Føroyar, mín móðir og Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
Nótabók til klaver. Sangløg við talseting
Kórsatsir eftir Karl Clausen. Á kórbóklinginum eru vælkendir føroyskir sangir og sálmar. Karl Clausen hevði í mong ár gott og regluligt samskifti við føroysk kórfólk.
Fyri børn. Klaverspæl, nótar.
Kórsangur. Tekstur Rói Reynagarð Patursson.