Nem mál í sætta
Nem mál í sætta er mállærubók á 121 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við øllum orðaflokkunum og at býta orð í orðaflokkar, fornøvnum, óbundnum og bundnum kenniorðum í øllum føllum, óbundnum og bundnum navnorðum í øllum føllum, at finna grundlið, umsøgn, ávirki og hjáliðir í setningum og seta komma, málføri, endursøgn og fyrisøgn.
Nem mál í fimta
Nem mál í fimta er mállærubók á 96 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, eintali og fleirtali, samansettum orðum, sagnorðaendingum, talorðum, samheiti, andnevni, miðalvarpingum, sambindingarorðum, høvuðssetningi, eykasetningi, hjálparsagnorðum, endursøgn, fyrisøgn og lesifatan.
NEM mál í fjórða (29)
Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Ótrúligt, Søga mín, Endaleys vitan, Unnustur og ræðuskítar, Orðafjas og Litirnir tala.
NEM mál í triðja
Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Skógvarnir siga frá, Tað grumma, Filmurin kallar, Nýggj vitan, Vit ríma, Orðafjas og Brýr. Aftast í bókini er vegleiðing við hugskotum um, hvussu lærarin kann brúka mállærubókina.
Súlan,lær teg at stava 1+hefti
Verður tøk til skúlaársbyrjan
Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum. Í bókini eru fimtan smáar søgur (fyrisagnir) og uppgávur, har børnini arbeiða við smáum, ljóðrøttum orðum. Aftast í bókini er vegleiðing til lærarar og foreldur.















