Punktum
Verður tøk til skúlaársbyrjan
Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana í øðrum samanhangi.
Orðaflokkarnir
Verður tøk tíðliga í heyst.
Orðaflokkarnir er ein stutt og greið yvirlitslýsing av hvørjum orðaflokki sær. Myndirnar við dømum gera tað lættari at fata frágreiðingarnar. Aftast í bókini er eitt yvirlit, sum vísir, hvussu orðaflokkarnir eita á føroyskum, latíni, donskum og enskum. Eisini er føroyska, danska og enska stavraðið við, og hvussu tøl verða skrivað. Bókin Orðaflokkarnir hóskar til innleiðslu um orðaflokkarnar, tí hon er einføld og greið og snýr seg um høvuðsrøgini.
Nem mál í sætta
Nem mál í sætta er mállærubók á 121 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við øllum orðaflokkunum og at býta orð í orðaflokkar, fornøvnum, óbundnum og bundnum kenniorðum í øllum føllum, óbundnum og bundnum navnorðum í øllum føllum, at finna grundlið, umsøgn, ávirki og hjáliðir í setningum og seta komma, málføri, endursøgn og fyrisøgn.
Nem mál í fimta
Nem mál í fimta er mállærubók á 96 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við navnorðum, sagnorðum, lýsingarorðum, eintali og fleirtali, samansettum orðum, sagnorðaendingum, talorðum, samheiti, andnevni, miðalvarpingum, sambindingarorðum, høvuðssetningi, eykasetningi, hjálparsagnorðum, endursøgn, fyrisøgn og lesifatan.
NEM mál í fjórða (29)
Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Ótrúligt, Søga mín, Endaleys vitan, Unnustur og ræðuskítar, Orðafjas og Litirnir tala.















