Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin er teknirøð, sum Nám gevur út eftir áheitan frá fólkakirkjuni í sambandi við at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp. Fyri Nám hevur Dann Vinther umsett teknirøðina,ið hevur næmingar í 6 ,7 og 8. flokki sum málbólk.Upprunahvøundar eru Johannes Saurer og Ulrike Albers. Günter Schuchardt hevði søguligu viðgerðina um hendi, og týska upprunaheitið er "Martin Luther - ein Mönch verändert die Welt" (2016).
Kristni 4 er bókaheild til undirvísingina í 4. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Lærarabókin til Kristni 9 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.
Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo.
Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum. Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og islam samanbornir.
Arbeiðsbók til Kristni 6
Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í lærugreinini.
Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Bókin hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.
Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Bókin hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.
Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.
Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Næmingabókini hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum.
Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.
Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á verður eftirmett.
Loggbókin er til næmingar at tekna, skriva ella líma í. Loggbókin verður latin ókeypis saman við næmingabókini, men um skúlar ynskja fleiri eintøk av loggbókini kann hon keypast frá Bókamiðsøluni.