Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn í 1943. Stovnarar vóru Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen og Leivur Trónd Hansen. Í bókini verður greitt frá øllum hesum, og lýst verður, hvussu rossahaldið og rossaalingin í Føroyum vóru fyrr. Nógv úrslit frá kappríðingum og forkunnugar frásagnir frá ólavsøkum eru eisini í bókini eins og ein hópur av søguligum myndum av kendum fólkum.
Læraravegleiðingin til Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, er ætlað sum eykatilfar til læraran. Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókin, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í partinum, sum uppgávan hoyrir til.
verður dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp ígjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan borið til at ment samfelagið líka nógv, sum føroyska samfelagið er ment, síðan fyrstu fólkini komu henda vegin í landnámstíðini. Bókin hevur 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar.
Bók ætlað teimum, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi millum samfelagsfrøði, søgu og heimspeki. Bókin hevur eisini almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið.
Útgávan er á ársdegnum fyri bumbuatsóknina við løgtingshúsið, sum var ein lítlan tíma eftir midnátt 18. september 1945. Klædningurin á húsinum fór illa og nógvir rútar á vestursíðuni brotnaðu. Eisini í grannalagnum brotnaðu nógvir rútar. Eingin var inni í løgtinginum, tá bumban brast uttanfyri, og eingin fekk nakran skaða av spreingingini, heldur ikki uttanfyri. Nøkur fólk høvdu kortini verið inni í løgtinginum ein tíma, áðrenn bumban brast.
Yrkisleið Karlamagnusar var makaleys. Hann byrjaði sum kongur fyri tað hálvbarbariska frankafólkið og endaði dagar sínar sum rómverskur keisari, í veruleikanum ráddi hann yvir eitt Europa, hvørs smástatir hann vann á í óteljandi kríggjum.
Børn í heimsveldi sigur á fyrsta sinni frá tí ógvisligu og skakandi søguni um ein tann myrkasta kapittulin í danskari hjálandasøgu og kannar gjølla, hvat ið hendi, tá ið politikarar og embætisfólk gjørdu av at gera Grønland danskt og gera oynna til ein danskan landslut. Tað varð gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum um ST-leiðreglurnar, við at ganga ímóti tilráðingum frá fremstu løgfrøðingum í Danmark og við at seta í verk nýggjar skipanir, ið skuldu gera grønlendingar danskar.
Læraravegleiðingin til Søga 5, eitt land í menning, er ætlað sum eykatilfar til læraran. Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókin, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 5, eitt land í menning. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í partinum, sum uppgávan hoyrir til.
Menning er yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini. Í øllum 9 pørtunum verður dentur lagdur á at fáa samband millum tað søguliga og gerandisdagin hjá næmingum í 5. flokki Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 5, eitt land í menning. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í partinum, sum uppgávan hoyrir til.
Í 1589 verður Magnus Heinason dømdur til deyða og avrættaður í Keypmannahavn. Men rumblið um hann heldur tí fram. Árið eftir verður deyðadómurin ógildaður, og Christoffer Valkendorf verður stillaður til svars fyri deyða Magnus Heinasonar. Valla er nakar í Føroya søgu, ið er so umstríddur sum Magnus heinason. Var hann ein hetja, ið bleiv offur fyri einum dómsmorði- ella var hann ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið?
Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni. Nú hevur Eivind Weyhe, granskari, týtt Føroyingasøgu av nýggjum. Týðingin fylgir upprunatekstinum nærri, enn tær eldru týðingarnar gera, samstundis sum roynt verður at endurgeva søguna í einum nútíðarligum málbúna.
Læraravegleiðingin til Søga 4, ein søguferð, er ætlað sum eykatilfar til læraran. Faktatekstur er til hvønn kapittul og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 4, ein søguferð. Svar er til nakrar av uppgávunum í næmingabókini, og eru tey svarini at finna í kapitlinum, sum uppgávan hoyrir til.
Hugtakið ferðing er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Ferðing og sambandið við útheimin fylla nógv í flestu kapitlunum í bókini, og gevur tað góðar møguleikar at knýta føroyska søgu upp í norðurlendska og evropiska søgu.Eitt av endamálunum við hesum evninum er, at næmingurin frá byrjan av skilir føroyska søgu sum partur av eini størri heild.Í bókini eru 7 kapitlar, sum byrja við fyrstu tíðini í Føroyum, nakað er um Føroyingasøgu og søgu annars fram til 1600-1700.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.