Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn í 1943. Stovnarar vóru Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen og Leivur Trónd Hansen. Í bókini verður greitt frá øllum hesum, og lýst verður, hvussu rossahaldið og rossaalingin í Føroyum vóru fyrr. Nógv úrslit frá kappríðingum og forkunnugar frásagnir frá ólavsøkum eru eisini í bókini eins og ein hópur av søguligum myndum av kendum fólkum.
Slóðbrótarin Sanna Dahl (1915–2011) var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini. Barnaárini í Vági, ungdómsárini í Havn, lestrarárini í Keypmannhavn og starvsárini í Føroyum lýsa, hvussu karmarnir hjá føroyingum so líðandi eru broyttir, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslumøguleikar, sjúkrahúskervi og tøkni.
Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógva seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað. Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein serlig nátt.
Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: okkurt hvítt og løgið liggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum. Tað er okkurt, sum tykist bæði løgið og vandamikið, og tað kallast Jólini.
Tvær gular lyktir og ein baklykt vóru sjónarváttar mínir