Tey eru eydnurík saman, men sum tíðin gongur, varnast hann, at hon broytir atburð og verður fremmand og øðrvísi. Hon megnar ikki arbeiðsuppgávurnar, og á arbeiðsplássinum eru tey ørkymlað. Hon verður kannað, og staðfest verður, at hon hevur illkynjaðan knykil í heilanum.Hvussu livir tú við tí, at kvinnan, tú elskar, hvørvur frá tær í smáum? Hvussu bert tú teg at, tá ið tann, tú elskar og livir saman við, broytir persónsmensku?
Hajime veksur upp í Japan í tíðini eftir kríggið, og tað tykist honum, at øll uttan hann eiga systkin at vera saman við. Einasti vinur hansara er Shimamoto, sum eisini er einabarn. Millum annað lurta tey bæði nógv eftir tónleiki. Men tá ið húski hansara flytur úr býnum, missa tey bæði sambandið.
Jógvan er fjúrtan ára gamla hetjan í hesi spennandi søguni, sum týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann skrivaði, tá ið hann vitjaði í Mykinesi á sumri í 1938. Við Jógvani lýsir hann, hvussu hart og eirindaleyst lívið hjá mykinesfólki í tríatiárunum kundi vera. Samstundis lýsir hann sterka tilknýtið hjá menniskjunum til oynna og alsk teirra til náttúruna.
Síðst í tríatiárunum var týski fólkalívsfrøðingurin Erich Wustmann í Mykinesi og gjørdi ein fuglafilm. Meðan hann dvøldi har, skrivaði hann eina nemandi frásøgn um vandamikla og lívsjáttandi lívið hjá fuglaveiðimonnunum í Mykinesi og um blíðskapin hjá mykinesfólki. Samstundis er frásøgnin ein kvøða til vøkru náttúruna og ein áminning til okkara í dag at ansa eftir viðkvomu vistfrøðiligu skipanini.
Øll halda altíð, at tað er Robinhundur, sum hevur gjørt fortreð í barnagarðinum. Men tað passar ikki. Tað var ikki hann, sum stoytti mjólkina. Tað bleiv bara soleiðis.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur slept sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Bertolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon ætlar, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast! Men tey trý vinfólkini eru í trupulleikum. Pápi Darkus hevur bannað teimum at gera fleiri kanningar – og teir ótespiligu svindlararnir, Humphrey og Pickering, eru slopnir úr aftur fongslinum. Nú liggur alt á Novak, dóttur Lucretiu.
Fívil er øðrvísi. Hann er sum eitt klútateppi og ikki fílalittur. Fívil er altíð stuttligur og fær hinar fílarnar at flenna. Ein dagin rullar hann seg í fílalittum berum, og so fer Fívil at vita, um hinir fílarnir kenna seg aftur.
Leikur við songum í fýra pørtum,sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1928.Tvey heiti hava verið nýtt:”Bertels gjenvordigheter”og”Eld i hjartekrå.Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt,og bókin kom fyrstu ferð út í 1936.Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum,klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969).Tað er hann,sum setti løg til sangirnar í leikinum.Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum.Teir vórðu væl fagnaðir.
Henda bókin snýr seg bara um seinasta savnið Gudahøvd, har hvør yrking fær sín lut, og beinleiðis og óbeinleiðis tilsipingar verða tiknar fram. Í endanum verður perspektiverað í mun til tey undanfarnu yrkingasøvnini. Millumtekstasambondini fjølgast, jú longri tú kemur út í skaldskapin hjá høvundanum, og tað fevnir líka frá Bíbliuni og Aristoteles til nýggjan føroyskan skaldskap.
10 løg
Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommuni? Bara ein lítlan túr út at pissa. Far ikki ov langt! Nei. Bara ein lítlan túr. Og tú mást ikki vera ov leingi burtur! Minst til tað! Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita. Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?
Nógvar søgur lýsa eina tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur. Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki. Og muran í menniskjanum er tað ið fram um alt hevur yrkjarans áhuga.
Bókin ger ævintýr av nýggjum, gevur gentum íblástur við 100 søgum um kvinnuhetjur frá Elizabeth l til Serenu Williams. 60 listakvinnur úr øllum herðashornum hava myndprýtt, hetta er mest stuðlaða upprunabók í søguni hjá hópfígging.
Bókin inniheldur 120 yrkingar og bleiv givin út í samband við, at Regin Dahl fylti 100 ár 5. november 2018.