Hvør drap Bænadikt Conradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør er Matthias J. Danielsen í roynd og veru? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er leikritið her.
Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia
Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia
Uppgávubókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.
Grundbókin er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 7. flokki.
Føroysk samfelagsfrøði – C-stig er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á C-stigi í Føroyum. Bókin er skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í námsætlanini.
Í ritgerðini verður hugburðurin hjá ungum føroyingum til málini føroyskt og enskt og brigdið føroyskt-enskt kotuskifti kannaður. Hugburðskanningar eru áhugaverdar, tí við at fáa innlit í hugburð hjá ungum føroyingum kann ein fáa ábendingar um, hvussu ein møgulig málslig framtíð sær út í Føroyum.
Hvussu høgt ber tað til at leypa? Hvør slanga hevur sterkasta eitur? Hvør hevur heimsmet í at pissa? Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum angar av jarðnøtasmøri, og ormin, sum er longri enn ein royður! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini.
Hetta er søgan um bókina, sum ikki vildi verða lisin. Ein bók, sum av øllum alvi roynir at fáa frið. Orð verða býtt um, bókin letur seg aftur og knappliga - ein krokodilla! Ein óvanlig, livandi, óstýrilig og gandakend myndabók, ið ein lítil, stuttligur maður, sum eitur David Sundin, hevur skrivað.
Onkuntíð er gott at vera bangin... Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðsins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin - klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru...
Mimbo Jimbo dugir at telja. Hann telur líka upp í tíggju. Tú kanst læra tølini saman við Mimbo Jimbo og øllum vinum hansara.
Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær.
Deyvafelag Føroya hevur givið út stavraðið á føroyskum teknmáli, og møguleiki er hjá øllum at ogna sær plakatina, sum er í A2-stødd.
Deyvafelag Føroya hevur givið út stavraðið á føroyskum teknmáli, og møguleiki er hjá øllum at ogna sær plakatina, sum er í A2-stødd.