, ,

Hvør drap bambi? (34)

Hvør drap bambi? er skaldsøga um at vilja gloyma og um at krøkja seg fast í minnið. Um søgur, ið fara í fillur, og familjur, ið syndrast. Hetta er eisini ein skaldsøga um sakloysi og álit og kærleika, sum aldri doyr.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Á brekkubø

Smádrongurin, ið søgan snýr seg um, eitur Álvgrímur. Mamman hvørvur med alla og letur hann vera einsamallan eftir á Brekkubø hjá tveimum hjartagóðum fólkum. Har veksur hann upp millum løgnar stavnar og viðbrekin fólk, ið øll hava tað í felag at dúva upp á „abban“ og „ommuna“. Bókin fylgir tí gløgga og viðkvæma dreinginum upp til unglingaárini, gáttina til ta vaksnu verðina, tá ið hann heldur av stað út í heimin at læra kynstrið at syngja.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Føroyska rossið

Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? at føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum. sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

200,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Nørd

-Maria, tú mást ongantíð gera hatta. Erlendur nikkar móti filminum við Heiðu, sum syftir hárið aftur og fram. Í rykkum. Eg nikki. Sjálvandi. Eg hevði kortini ikki klárað tað, um eg royndi. - Eg lovi tað. Hvussu langt ert tú fús at fara fyri at verða væl umtókt?

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

21 sannar detektivgátur

Í hesi bókini eru 21 spennandi detektivsøgur. Allar eru frá veruleikanum, men tær vrða fortaldar sum gátur. Loysnirnar til gáturnar finnur tú í tekstinum ella á myndunum. Les, hygg og lurta. Góða eydnu!

165,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Búi og pinkuskrímslini - skrímslini í myrkrinum

Búi roynir at vera vakin, soleiðis at tær RÆÐANDI verurnar í myrkrinum ikki koma. Men so hoyrir hann eina ríkjandi klæna rødd og sær nøkur lítil lilla fótspor. Og ikki bara tað, OKKURT hevur LOPIÐ á hansara ostatvíflís. Hvat kann tað vera? og torir Búi at finna út av tí?

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Trøllabrillurnar hjá Lilju

Tá ið Lilja fær nýggjar brillur, sær hon knappliga alt. nú passar alt tað, hon altíð hevur hildið. Allastaðni eru trøll. Í hvørjum skoti og aftan fyri hvørt horn, sjálvt í postkassunum. Sjálvt ikki heima slepst undan trøllum. Og Lilja má hjálpa trøllunum.

142,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Silas sær eitt sombi

Silas hyggur at einum filmi. Áh, hann er góður. Hann er fullur av sombium!

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Er Glæma sjúk

Brá eigur eitt ross. Tað eitur Glæma. Okkurt bagir Glæmu. Búkreimin er ov stutt. Og Glæma vil ikki í trav. Brá verður kedd. Man Glæma verða sjúk?

99,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Bítur Glæma

Brá eigur eitt ross. Tað eitur Glæma. Í dag skulu Brá og Glæma inn í býin. Býar-veitsla er í viðarlundini. Brá skal leiða Glæmu túrar. Brá stúrir eitt sindur. Man tað fara at ganga væl?

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Nem mál í sætta



Nem mál í sætta er mállærubók á 121 síður og í 6 pørtum, partarnir í mállærubókini fylgja pørtunum í lesibókini. Arbeitt verður við øllum orðaflokkunum og at býta orð í orðaflokkar, fornøvnum, óbundnum og bundnum kenniorðum í øllum føllum, óbundnum og bundnum navnorðum í øllum føllum, at finna grundlið, umsøgn, ávirki og hjáliðir í setningum og seta komma, málføri, endursøgn og fyrisøgn.

88,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Hvussu krógvi eg eina leyvu (30)

Hvar kann ein øgiliga lítil genta krógva eina øgiliga stóra leyvu? Ikki er tað lætt, men Iris má royna so frægt, hon kann. Tí mammur og pápar kunnu gerast ógviliga løgin av at hava eina leyvu í húsinum. Men hvussu leingi kann Iris krógva leyvuna?

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Stóra bókin um Mammu Mu og Krákus (12)

Vælkomin inn í heimin hjá Mammu Mu og Krákus! Mamma Mu varð til í einum sangi. Ein løgin kúgv, sum tosaði í telefon og sum veittraði við hornunum. Krákus varð til í einu rørslusangi, hann sum klappar taktina við veingjunum, púra rætt og passaliga leingi, meðan elgar og mýggjabitar klappa heilt øðrvísi. Í veruleikanum komu allar søgurnar um Mammu Mu og Krákus úr einum leiki, sum varð til ein sang ella eina yrking.

210,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Stuttleika tær saman við Álvi Ákasyni (17)

Kom við heim til Álv og pápa hansara, so fert tú at uppliva, hvussu stuttligt og gandakent tað kann vera at spæla! Tríggir nógv umhildnir barnabókaklassikarar, her í einari bók at lesa umaftur og umaftur.

180,00 kr.
Legg í kurv