13 løg
Í gamla Egyptaland trúðu fólk, at tað bar til at liva, tá ið tey vóru deyð. Men tey máttu skikka sær væl í lívinum og klára torførar royndir, aftaná at tey vóru deyð. Tað bar ikki til at svika, tí hjarta fór at avdúka teg... Kom við á eina spennandi ferð til gamla Egyptaland.
Tað er kalt úti. Rosa situr og blundar, men oyruni eru opin. Tá hoyrir hon eitt ljóð, sum hon kennir. So fer hon á veiðuferð...
Elia er farin út at leita eftir systrini, Iris, Eldfrúgvin hevur tikið hana. Men tað er langt til Tey svørtu fjøllini. Og tíðin rennur undan. Fer Elia at finna systrina, áðrenn ov seint er? Ella doyr hon í kulda, áðrenn hon nær fram til hennara? Frost & Logar er fantasirøð um at yvirliva, dirvi og gand.
Ofelia og Bernard eru á Fingalsoy, har koyniigi felagsskapurin Krypto er. Hví vil Krypto hava, at øll sjóskrímsl skulu vera loynilig? Og hví kennist felagskapurin so kendur fyri Ofeliu? Tað tykist, sum Krypto bara sigur ein part av sannleikanum, og Ofelia ger av at kanna oynna sjálv. Men hon má skunda sær, tí stjórin á sjósavninum er á veg til oynna.