, , , , , , ,

Heini endar í bardaga

Heini býr á vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Heini hevur ein stóran, glaðan grís, sum eitur Sveinur, sum hann er góður við. Best dámar Heina at eta. So skjótt okkurt er, sum er keðiligt, so fær Heini sær okkurt at eta. Ein dagin er ein nýggjur drongur í flokkinum. Hann eitur Kári. Hann tekur allan matpakkan frá Heina, og so verður Heini svakur.

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heykur fer at ferðast

Eg eiti Lea, og eg havi ein hvølp, sum eitur Heykur. Vit eru bestu vinir. Vit hava summarfrí og fara at ferðast. Heykur sleppur sjálvandi við. Tað er nógv at hugsa um, tá iå tú ferðast við hundi.

158,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Robinson Kruso

Tá iå Robinson Kruso endar púra einsamallur á eini oydnari oyggj eftir skipbrot, væntar hann ikki at verða har í fimmogtretivu ár! Hetta er ótrúliga søgan um, hvussu hann kom undan við lívinum.

164,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Eldávaringin

Eldávaringin í skúlanum fer í gongd fleiri ferðir, men eingin eldur er. Hetta er eitt mál fyri skúladetektivarnar, halda børnini.

142,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Inni í djórum - Hvalir og onnur súgdjór

Hvat er inni í djórum? Hvussu stór er sodningarleiðin hjá gorillu? Hvussu ger kúgvin mjólk? Hvussu leingi liggur fílaungin í móðurlívi? Hvussu nógv vigar ein royður? Hvussu leingi býr kenguguungin í posanum hjá mammu síni? í hesi bókini sleppur lesarin inn í fimm STÒR djór.

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Í havsneyð

Havið kann vera eitt tað vandamiklasta staðið at vera. Tó hava søgur altíð verið um skip og manningar, sum eru komin frá skipbrotum, álopum og uppreistrum við lívinum. Og summi hava valt at bjóða sær sjálvum av og fara um ovurstóra havið einsamøll í báti. ì hesi bókini kanst tú lesa um nøkur av teimum kendastu fólkunum, og hvussu tey komu undan á lívi. Hetta eru søgur um fólk, sum í sera truplum og vandamiklum støðum hava víst ótrúligt dirvi, treysti og framúr góðan sjómanskap.

96,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Otrar

Hvussu nógv sløg av otrum eru? Hvussu fiska otrar? Hvar sova otrar? ì hesi bókini fært tú svarini og nógv annað áhugavert at vita um lívið hjá otrum.

96,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sólgrátur (35)

Aud er 15 ár og ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan.

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Nummar 1 Teljingarbókin (20)

Vælkomin til eina stuttliga, nýggja teljingarbók. Hon er EINasta av sínum slag! Ert tú til reiðar? Tað er bara EITT, tú skalt vita, áðrenn tú fert at telja… Har eru bæði EITT og tvey rættiliga løgin ting. Ert tú til reiðar? ERT TÚ?

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Mumisa 1,2,3 (30)

Tel úr 1 upp í 10 við hesi flottu faldibókini. Hetta er ein frálík teljibók við mótsetingslitum og nógvum mynstrum og skapum.

95,00 kr.
Legg í kurv
, ,

ARR (30)

Jónas Ebeneser er 49 ára gamal fráskildur og hinskyntur. Hann hevur so at siga einki vald, og hevur ikki hildið um ein kvinnukropp – ið hvussu er í átta ár og fimm mánaðir. Men hann er hegnigur. Hann hevur lagt flísar á sjey baðirúm, og tá ið hann fer at ferðast, hevur hann ongar ætlanir um at koma aftur, so hann tekur borimaskinuna við sær. Í fimtu skaldsøgu síni viðger íslendski rithøvundurin Auður Ava Ólafsdóttir teir tríggjar stóru spurningarnar í lívinum: lívið, deyðan og kærleikan.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Blómudalurin (22)

Í Grønlandi hevur verið tos­að um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær. ‘Blómudalurin’ sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um Sjálvmorð er næstan vorðin ein ótol­andi norm­al­itetur, sum eingin hev­ur ábyrgd av. Familj­urnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakr­­ari almennari skipan. Hvat er navn mítt … Eg havi einki navn … Eg eri bara eitt tal

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Sorgarmarsjurin (56)

„Eg var farin í hetta húsið, tí eg skuldi gera tónleik. Hóast tað eri eg ikki tónaskald, ikki misskilja meg, men mær dámar at seta tónleik á blað. Síðan eg lærdi at skriva nótar, tá ið eg var átta, níggju ára gamal, havi eg krutlað mær tónar, sum eru komnir til mín uttanífrá. Koma teir ikki innan úr høvdinum? kundi onkur spurt, men eg hevði trupulleikar við at svara tí spurninginum.

198,00 kr.
Legg í kurv