Bíblian Úrvalssøgur
Bíblia-Úrvalssøgur er ætlað ymsum aldursbólkum og kann verða lisin á ymiskan hátt. Vaksin kunnu lesa hana upp fyri børnum úr seks upp í níggju ára aldur; tíggju upp í fjúrtan ára gomul børn kunnu lesa hana sjálv; og blaðung kunnu brúka hana, áðrenn tey fara at lesa alla bíbliuna.
Bátar og fólk
Samsagdur tekstur á føroyskum, enskum og donskum.
Almannaheilsa ár 2000
Týtt úr enskum. WHO málini í føroyskari umseting við viðmerkingum um serlig føroysk viðurskifti
At loysa úr lagdi 1
Endurminningar og bygdasøga av niðurseturbygdini Innan Glyvur.
Andreas Christian Evensen
Serprent úr Skúlablaðnum. Des. 1974
Ævintýr 6
Í hesi bók eru 6 ævintýr, tey eru: Drongurin og oksin Tríggir skillingar Tey fýra ynskini Mjávond kongadóttirin Jákup og Ku havamaðurin Strokasálin
Ævintýr 5
Í hesi bókini eru 4 ævintýr, tey eru: Tann kvennræddi kongasonurin Lindormur prinsur Andras veiðimaður Vakurleikin við slørinum
Ævintýr 1
Í hesi bók eru 8 ævintýr: Dávur neytadrongur Risin, ið krógvaði hjarta Rósalítla Skógmaðurin Deknurin og gandakallurin Køtturin Fylgismaðurin Sigursteinurin
Víkingar rændu tey
Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunnva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfullu skógunum. Hetta var besta summarið, fólk visti at siga frá. Men so hendi tað. Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini. Hermenninir tysja í land: teir brenna kleystrið, drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir. Ræðslusligin flýggja fólk. Brádliga minnast Patrik og Sunniva lítla fylið, sum stendur í tjóðri á garðinum.
Útskotini
Søgan um útskotini er bæði harðrend og kensluborin og lýsir væl ein part av amerikanskum ungdómi. Um tey, sum eru øðrvísi. 14 ári gamli Ponyboy sigur frá um útskotini. Ein søga um vinalag og samanhald. Ein ógvuslig søga um samanbrestir við hini úr fína býarpartinum.
Úlvur Lítli og skuggin
Úlvur Lítli og Revaoyra fara av stað at stríðast móti skrímslinum í Stóru Ánni. Til tess at Sólin og Hin Hægsti skulu vera við teimum, mála teir heilag tekin í andlitið. Í fyrstani er hetta bert spæl - men so koma teir fram á eitt ræðuliga óhugnaligt skepilsi við svørtum kroppi, einum eyga og fimm beinum. Teir eru komnir nærri vandamikla heimi teirra hvítu, enn teir gruna - og har kann alt henda ...
Úlvur Lítli og bláfrakkarnir
Úlvur Lítli má hava sterkt hjarta, tá ið bláfrakkarnir, hermenn teirra hvítu, nærkast tjaldbúðunum undir fjøllunum. Úlvur Lítli er sannførdur um, at ein ávís ætlan er við øllum, ið hendir, eisini tá ið fólk hansara hevur tað svárt. Tí sóknast hann eftir teknum frá fremsta hjálpara sínum millum djórini, einari stórari, svartari úlvstík. Revaoyra, besti vinur hansara, og ein stór grábjørn leiða hann at enda á rætta leið.
Úlvur Lítli fær navn
Búflarnir eru farnir av slættlendinum. Úlvur Lítli og hansara fólk eru á veg á onnur veiðilendi undir fjøllunum, har sólin fer undir. Úlvur Lítli hevur einaferð sæð slóð eftir úlvi har. Og kanska hann aftur sær hin stóra, svarta úlvin har. Eyguni í honum lýsa í myrkri ...














