Strikurnar (23)
Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?
Eg bestemmi! (23)
Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr! Eg bestemmi! er ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece.
Til minnis um ...(13)
Ein minningarbók er ein máti at skapa stuttligt og varandi minni um eitt menniskja, sum ikki livir meira. Minningarbókin er eitt slag av bók við minnum, sum hjálpir okkum at minnast týdningarmiklar og stuttligar søgur um persónin, ein hevur mist. Í bókini er eisini møguleiki at bjóða familju og vinum at koma við sínum søgum sum gestarithøvundar.
Regin Dahl - 35 svenskir sangir
Bókin ber (ikki óvæntað) heitið Regin Dahl: 35 svenskir sangir. Hans Pauli Tórgarð hevur við Bjarna Restorff sum ráðgeva sett nótarnar út fyri rødd (tenor-baryton) og klaver eftir Reginsa egnu framførslum av sangunum, soleiðis sum teir eru skjalfestir á bandupptøkum gjørdar í 1960’unum og 70’unum.
Fólkaatkvøða og húsagangur (30)
Føroyskir oddamenn fingu ein dramatiskan dag í Keypmannahavn 5. oktober 1992. Atli Dam og Jógvan Sundstein vórðu boðsendir at vera Sjóvinnubankanum til hjálpar, tí danska fíggjareftirlitið ætlaði at stongja bankan, kom hann ikki við nýggjum eginpeningi.
Spor, ið verða til (25)
Átta samtíðarlistafólk í Føroyum bjóða grafikk-allýsingum av. Verkini spenna frá siðbundnum etjingum til talgilt prent og samansettar fleiri metra høgar installatiónir.
Gaia 5, Arbeiðsbók
Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia
Gaia 5, Grundbók
Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia
Luddi og Lundisa fara langa leið (46)
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær flúgva upp um dalar og fjøll. Sólin skínur. So verður alt myrkt. Brumm brumm, brumm, hoyra tær. Knappliga eru tær í eini risastórari holu.
Nógv tann elsti í loynifelagnum (30)
Aftan á eitt stuttligt skúlaár hava vinfólkini, Eyð og Ragnar, fingið summarfrí! Oldingin, Ragnar, flytur inn á ellisheimið, og Eyð sleppur at vera hjá honum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Skjótt leggjast fleiri børn úr flokkinum aftrat, og í felag stovna tey eitt loynifelag og gera nógv burtur úr at finna út av, um fyristøðukvinnan á ellisheiminum er eitt veruligt fólk ella kanska bara ein óndur robottur uttan sál!
Songartíð - Mín fyrsti Fívil (20)
Fívil skal í song, men fyrst má hann hjálpa lítla fílinum at finna bamsuna, sum er horvin. Mín fyrsti Fívil songartíð er ein fitt, sniðskorin pappbók til tey minstu børnini.
Gentukamarið - ein eksistentiell horrorkomedia
Sum heitið sigur, er hetta ein kamarleikur: leikstaðið eitt greitt avmarkað rúm, tíðin avmarkað til eitt samdøgur, persónar so fáir, sum hugsað kann og dentur á tí sálarliga. Við svørtum humor verður víst, hvussu fortíðin og nútíðin hjá einstaklinginum, nærri tilskilað hjá einari kvinnu, ofta í irrationellari blanding, stýra sjálvsfatan og gerðum hennara.
Okkara oyggj (32)
Tá mamma teirra doyr, mugu systkini Holly, Jonathan og Davy stríðast fyri at klára seg sjálv. Tá ríka, men løgna abbasystir teirra, Irene, fær eina heilabløðing, vitja tey hana á sjúkrahúsinum. Hon gevur Holly eina myndamappu, sum er full í sporum sum kunnu føra til ein virðismiklan skatt. Finna tey skattin, eru tey bjargað. Men tað eru ikki bara tey, sum vilja hava hendur á skattinum …















