Nora og mamman hava tað gott. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Besta Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana.
Anna er nýggja gentan. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla vit teskispæl og vilja hava Onnu við. Anna teskar: Pápi mín slær meg. Hvussu kann eg hjálpa Onnu? Viðkomandi søga um at fáa nakað at vita av óvart, sum ein gjarna vil gera nakað við.
Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Tær læra næmingarnar at lesa við at avkota. Bók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.
Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Tær læra næmingarnar at lesa við at avkota. Bók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni.
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
Í fyrsta lagi ætlað undirvísing í handilsskúlunum, men hon er eisini hent hjá øllum teimum, ið fáast við handilsskap, og at skilja okkara egnu keypsatferð. Tað er ein týðandi táttur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tað er lívsstarv hjá mongum.
Ætlað til virkisbúskap á C-stigi í handilsskúlanum og samsvarar við lesiætlanina í hesari lærugrein. Kann eisini verða brúkt á skeiðum og í sjálvlestri av teimum, sum lítlan og ongan kunnleika hava frammanundan um virkisbúskap og roknskap.
Frásagnir um ymiskt, sum fólk hava upplivað, t.d. fyriboðan og ávaring, ófrættatíðindi, feigdarboð, dulda megi og um at vera framsíggin.
Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd.
Í savninum eru samrøður við allar forkvinnur og menn, ið hava verið í Føroya pedagogfelag, og tekstir, skrivaðir av fólkalívsfrøðingi, hugmyndafrøðingi, námsfrøðingum og skaldi.
Bókin er ætlað til føroyskt undirvísingina eftir jól í triðja flokki. Arbeiðsbøkurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir í stóran mun kunnu arbeiða sjálvstøðugt við uppgávunum.
Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað og stuttligt.
14 løg. Fólkatónleikur.
14 løg. Poppur. 3. fløga hjá maður:glotti
Siðbundin italienskur fólkatónleikur.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur eina góða vinkonu, sum eitur Nina. Men tá ið Nina fer at syngja, verður Ignora illa við og krógvar seg. Allur skúlin fer at leita eftir henni. Tá ið hon verður funnin, argar ein stórur drongur hana .