Ó- tað ódeyða, tað óútrokniliga er holdbundið í Bænadikti Chonradsen, keypmanni. Har, hann ber við, fer alt av lagi. Trúgv, vón og kærleiki missa sítt gildi. Trúboðin, Matthias J. Danielsen, halgar hinvegin sítt lív til Guð, men trýr ikki upp á hann.
Innlit í, hvussu føroyska fiskiveiðan er broytt, bæði tá ið ræður um, hvar vit fiska, hvussu vit fiska, og hvørji fiskasløg vit fiska. Broytingin í føroyska fiskiflotanum verður eisini viðgjørd, umframt at flotin, sum hann er nú, verður lýstur.
1. føroyska grafiska skaldsøga. Tað er summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir. Dávið og Tomm eru forelskaðir í Lisu. Lisa velur Dávið, men ger tað liðugt við hann stutt eftir, at tey hava skeldast. Síðan hvørvur Lisa á gátuføran hátt.
Besti vinur Torak verður dripin, og Torak fær beinanvegin frænir av, at tað er hin óndi Thiazzi, ið hevur gjørt hetta. Lesarin fylgir Toraki, meðan hann jagstrar drápsmannin.
Súlubók 5 er partur av súlubókunum, sum eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.
Søga fyri børn. Um gentuna Mari, sum hevur hjartasorg og um drongin Kunuk, hvørs foreldur eru skild. Tá ið Kunuk frá sær sjálvum av sorg ætlar at forgera sær, má Mari royna at koma honum til hjálpar.
Søga fyri ung. Isabel, sum er gøtubarn í Rio er noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiðis at rudda gøturnar fyri gøtubørn.
Henda bókin snýr seg um, hvat ið vísíndi eru, hvussu vísindi virka, og hvønn leiklut tey hava í samfelagnum; bókin viðger serstakliga hugvísindi og samfelagsvísindi.
Skemtisending. Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum sjónarhorni enn vanligt.
Debutfløga við Peter Hentze Niclasen við 16 sangum. Harav umleið helvtin er føroyskir sangir. Eisini er nýskrivað lag til sang og guitar eftir Bjarna Restorff, ið skrivaði lagið til yrkingina 'Fýra bjarkir' eftir Carl Jóhan Jensen.
13 sangir. Fólka/vísutónleikur. M.a. Á trappuni hjá Lenu, Eftir 1001 nátt og Medistari í karry.
Lítla skrímsl vil ikki lata upp fyri Stóra skrímsli, tí hann spælir við Loðskrímslið. Stóra skrímsl heldur tað ikki vra petti stuttligt at fara á seiðabeg, eta matpakka og sparka bólt einsamallur. Nú er synd í Stóra skrímsli.
Krimisøga fyri børn. Um tvey systkin, tveir vinmenn og ein málning, sum verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík.
Søgan lýsir viðurskiftini á bygd um ár 1920, tá høvundurin á fyrsta sinni fór til skips, og lívið við slupp undir Íslandi.