, ,

Kirstin - fyrsta flatlandsferð Terja (40)

Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi hjartanemandi autofiktivi skaldsøguni, um fyrstu flatlandsferð Terja, og um forelskilsi í gentuni Kirstin, ið á vanlukkuligan hátt druknar.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

1/2 máni 1/2 sól (36)

Fjórða og seinasta bindið um Brahmadellarnar: ½ máni, ½ sól Eigil visti, at nú var bókaverkið liðugt. Brahmadellarnir, Bommhjarta, Jarðarferðin og ½ máni, ½ sól, tað var hansara íkast til bókmentirnar, í øllum førum til tær føroysku.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Deana (35)

Ein bergtakandi, hjartanemandi, forvitnislig og stundum bersøgin frásøgn um 25 ára gomlu Deanu Jacobsen úr Haldórsvík, sum hvarv á gáturføran hátt í Grátufjørðinum í Grønlandi 14. juni 1966 og ongantíð spurdist aftur.

208,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hey! 4. - Heima

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

85,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hey! 3. - Á vitjan

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði.

85,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Íslandsklokkan (12)

ÍSLANDSKLOKKAN varpar ljós á neyðarárini í 18. øld, tá ið eldgos oyddi, farsótt herjaði, og harðræði ráddi. Hin tráðurin er, at tann skaldskapur, sum íslendingar hava skapað frá fornum døgum, og sum hevur hildið teimum uppi andliga og skapað tjóðina, ger, at hon hóast alla armóðina hevur uppiborið at vera fræls. ÍSLANDSKLOKKAN, tjóðareposið hjá nobelskaldinum, er rík frásøgulist. Her er sosialt og tjóðskaparligt patos og gremja, men eisini skemt, spei og angandi poesi.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Comedy Queen (30)

YMISKT, EG MÁ GERA FYRI AT YVIRLIVA: Klipp hárið av. Royn ikki at taka tær av nøkrum, sum livir. Les ongar bøkur. Far bara í litføgur klæðir. Hugsa ikki ov nógv (helst slett einki). Ikki ganga túrar. Ikki fara í skógin. Ver ein COMEDY QUEEN Mamman hjá Sashu fekk fólk at gráta. Hon fær enn fólk at gráta, hóast hon ikki livir longur. Tí hevur Sasha gjørt ein lista. Fyri ikki at blíva sum mamman eru tað sjey ymisk ting, hon má gera.

249,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Rustaði Heimurin 3 - Ókrút (37)

Tey fýra systkini hava sett seg upp ímóti risafyritøkuni Atlas og tí óhugnaliga Døkka Gubba. Men nú eru Píl, Petur, Bowie, foreldrini og abbin fangað í Atlastorninum. Bara lítlasystirin Ramona gongur leys. Hon er stødd skeivumegin elektropulsmúrin í rusklandinum Danmark, men tíbetur hevur hon tann tonsatunga námsrobottin, Rusk, hjá sær, og tey bæði ætla sær at bjarga familjuni. Ókrút er triðja bók í røðini Rustaði heimurin.

245,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Nógv tann elsti nakrantíð (30)

Ein dagin verður alt lívið hjá Eyð vent á høvdið. Mamma og pápi fortelja henni góð tíðindi – sum hon ikki verður glað fyri. Samstundis viknar heilsan hjá Ragnari, 97 ára gamla besta vini hennara og floksfelaga. So fær Eyð eitt gott hugskot. Eftir eitt sindur av samráðingum klárar hon at sannføra Ragnar um hugskotið. Saman við vinunum fara tey á eitt stuttligt, hættisligt og spennandi ævintýr! Eyð lærir, at tað ofta er stutt millum sorg og gleði.

149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Mítt Botnlív (18)

Síðsti axolotlur í vátlendinum trívist framúr væl í sínum hyli. Tað góða lívið er at vera saman við tikarasalamandrum, savna skattir og njósnast eftir tvíbeintum klombrum á strondini. Men tað gerst alsamt heitari, hylurin gerst gruggutari, ófrættakendir fiskar flyta inn. Eftir hetta er einki tað sama longur. Mítt botnlív er ein vónrík og eksistentiell bók um veðurlagsbroytingar.

195,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Mimbo Jimbo sigur góða nátt (34)

Mimbo Jimbo sigur øllum vinunum góða nátt ... ... og bustar tenn. Sov væl, Mimbo Jimbo.

135,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Klótuklubbin 1 - Svørtu svanirnir

Ein bátur rennir á brúnna beint við verksmiðjuna í lítlu bygdini. Vanja, Sívar og Marni uppdaga, at olja er á sjónum, og at hvítu svanirnir eru dálkaðir av svartari olju. Kann tað verða verksmiðjueigarin, sum stoytir olju á sjógv? Ella er tað Ludvík, løgni hjálparmaðurin hjá honum? Tá ið eingi vaksin trúgva teimum teimum børnunum, mugu tey taka málið í egnar hendur.

220,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Heini verður flogskipari

Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Hena dámar væl grannan, flogskiparan, hóast hann er løgin. Ein dagin lærir flogskiparin Heina at flúgva. Tú skalt bara lata eyguni aftur, so kanst tú flúgva um allan heim. Men Kári, vinur hansara, vil eisini læra at flúgva. Og hann vil ikki geva Heina flogbrillurnar aftur....

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Elias - ein hondbóltsstjørna

Tá ið Elias var smádrongur, droymdi hann seg út í heim at spæla hondbólt. Hansara stóri barndómsdreymur var einaferð at sleppa í hvítu troyggjuni hjá THW Kiel, og nú sleppur hann at spæla við týska stórfelagnum. So skjótt vinmennirnir og hann vóru lidnir í skúlanum, fóru teir í Hoyvíkshøllina at spæla. Teir brúktu nógar tímar í høllini. Hetta er ein orsøk til, at Elias er so góður hondbóltsspælari.

190,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Løgin fakta

Visti tú, at foreldur í Fraklandi fáa heiðursmerki, um tey klára at uppala fýra børn? Ella at 3000 slott eru í Belgia? Og at tað eru fleiri hitarúm enn bilar í Finnlandi? í Evropa er mangt, sum er løgið!

144,00 kr.
Legg í kurv