Minni frá míni lívsleið (10)
Høvundurin er føddur í Lamba í 1946. Hann greiðir livandi og skemtiliga frá sínum barnaárum, sínum unglingaárum og sum vaksin. Hann er góður frásøgumaður og leggur við hesari bókini eitt klípi aftrat, hvussu tað var at vera barn í fimmtiárunum, hann lýsir hjartalagið í fólki á smáplássum, hvussu tey dugnaðu hvør øðrum, hvussu tey hjálptust við lítið, hvussu bjartskygnið setti dám á sekstiárini, og við tí sum støði lýsir hann eisini sítt arbeiðslív seinni, einamest sjólívið.
Ukrainska dagbókin (20)
Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, tá verandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum - Maidan - í Kiew. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.
Summarið varar ikki alt árið longur (21)
Summarið varar ikki alt árið longur er eitt sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni Gentan í verðini og fer fram í Havn miðskeiðis í 1970’unum. Tann innhugsna gentan gongur í studentaskúla í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinunum har heima, har dagarnir og -næturnar eru merktar av ótryggleika. Og hon hevur eitt loyndarmál, sum ongin má vita nakað um.
Føroysk bókmentasøga 2 (8)
Føroysk bók¬mentasøga 2 er um bókmentirnar í broyt¬inga¬ríku árunum frá 1900 til 1939. Samanborið við eldri tjóðarbókmentasøgur lýsir Føroysk bókmentasøga 2 bókmentir og skaldskap, sum føroyingar hava skrivað á føroyskum og donskum. Tað er eisini nýskapandi, at hetta bindið meira enn eldri bókmentasøgur lýsir barnabókmentir, átrúnaðarligan skaldskap og skaldsligar týðingar í árunum 1900-1939 sum týdningarmikil evni.
Ein himmal fullur av skýggjum (40)
Hvat ger mann, tá mann hevur verið hjá læknanum og fingið verðins ringastu tíðindi? Jú, henrik bestemmar seg fyri at bjarga heiminum. Og hann hevur skund! Men hvussu bjargar mann umhvørvinum á jørðini? Henrik setir tað størsta og villasta bjargingarátakið nakrantíð í gongd.
Eldgos (45)
”Hvar hevur tú lært hatta? Hatta har, sum tú gert?“ ”Tað eitur parkour,“ sigur hann. ”Tað er eitt slag av ítrótti, har mann brúkar býin sum bana.“ Idris flýgur fleiri metrar gjøgnum luftina. Bingjan gevur eitt doyvt duk frá sær, tá hann lendir á tí grøna plastlokinum. Hann rennur við longum fetum. Annar fóturin nær akkurát at raka bingjuna, áðrenn hin fóturin er á veg ímóti tí næstu.
Fantus - Her er fílur (40)
FYLG FÍLI ÍGJØGNUM EIN HEILAN DAG, FRÁ MORGNI TIL MYRKURS! Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum børnini kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi og sum er stuttligt at finna, peika á, seta orð á og tosa um. Ein stuttlig og lærurík peikibók við klaffum á øllum síðum. Kendur úr sendingini Smábørn í KVF
Fantus - Fílur og maskinurnar (42)
Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru. Hvat ger tann stóri, REYÐI brandbilurin? Tann BLÁI traktorurin? Ella tann GULA gravkúgvin? Ein stuttlig og litrík bók úr sterkum pappi til tey allarminstu
304 Dagar (16)
Í mars 2015 stendur Nicholas, veteranurin úr Afganistan, einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga sínum næstringum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.
Harmur einglanna (21)
Tíðin hevur tað við at arga okkum, og hon ber okkum alt upp í hendurnar, bara fyri at taka tað frá okkum aftur. Tað eru tríggjar vikur, síðan drongurin kom á Plássið við ómetaliga vandamiklum skaldskapi á bakinum, og fyri hvønn dag, ið gongur, verður teinurin millum Bárð og lívið náðileyst longri og longri.
Protesur (81)
Alt peikar í ongar ættir, sum áir av eldi renna skýggj úr sólini, dalandi yvir blágrønu húsatekjurnar. Tú sært restirnar av eini grein smildraða á sporinum, vilt siga okkurt við onkran, men blæsur orðini í lógvan. Tí tú ert tagnaði oktoburbýurin, sum spakuliga doyr við landsvegin, tú ert hondin, sum bíðar eftir heitum blóði.
Renna úlv (35)
Tá kom hann fram. Hann gjørdi tað so sjálvsagt, sum var lætt at skilja; hesin heimurin var jú hansara. Hann kom fram úr skóginum eitt lítið sindur handan fyri skíðaslóðina. Hann stillaði seg á mýrijaðaranum millum ein baraldarrunn og eina kryplaða furu. Hann leit varin út um lítlu kavavíddina á mýrini, snaraði høvdinum, so at eg sá vangamyndina við tí ediliga snýðinum, brøttu pannuni og oyrunum, sum stóðu upp í rógv.
Við honum út á Golgata (34)
Líðingarsøga várs Harra Jesu Krists hevur altíð talað til kristin fólk og givið teimum eina kenslu av, hvat ið frelsan hevur kostað. Føstan er tann tíðin í kirkjuárinum, har ið serstakliga verður dvølt við tað, sum fór fram, frá tí at Jesus át páskalambið saman við lærusveinunum, og til hann andaðist á krossinum.
Klótuklubbin 2 - Smáttan, sum hvarv
Á garðinum, har Vanja býr, verða nógv av dýrunum sjúk. Samstundis hendir okkurt við tí tómu smáttuni í skóginum, har Vanja og Sívar altíð hava spælt. Hvør er tað, sum tekur gamlar smáttur niður og byggir nýggjar? Og hví liggur so nógv burturkast og flýtur í náttúruni? Smáttan, sum hvarv er onnur bókin í røðini um Klótuklubban, eina detektivstovu við veðurlagi og umhvørvi sum serøki.















