Sangir um lívsins viðurskifti.
Konceptfløga við samanhangandi søgu, ið fylgir høvuðspersóninum og hansara fylgisveini, músin.
2. fløga í samstarvið millum Tutl og Kvinnu. Føroysk kvinnulig tónaskald. 15 sangir
Nakrir føroyskir sjómenn siga frá persónligum og serstøkum upplivingum á sjónum. Summar av hendingunum eru so persónligar, at hvørki konan, manningin ella reiðaríðið frættu um tær.
Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. ið lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá. Saman við Frímerkjamanninum verður Gudmundur so líðandi tryggari...
Bókstavaørk - eitt ark til hvønn bókstavin við mynd, ið lýsir galdandi bókstavin. Ætlað til at venja bókstavin og tosa um skrivikós, áðrenn og samstundis sum tey skriva í skrivibókina.
Loggbókin er til næmingar at tekna, skriva ella líma í. Loggbókin verður latin ókeypis saman við næmingabókini, men um skúlar ynskja fleiri eintøk av loggbókini kann hon keypast frá Bókamiðsøluni.
Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.
Bókamerki, við smáu bókstavinum á aðrari síðuni og stóru bókstavinum á hini síðuni.
Dávur fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Tey hitta eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum og hoyrir at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.
Mira mús og Milo renna og spæla. So fara tey at renna kapp, men hvat hendir: Mira dettur í ein runuhyl!
Ein dagin hugsaði kongur: Nú tími eg ikki longur. Tað er so strævið at vera kongur. Ein stuttlig søga um ein kong, sum heldur vildi vera drongur.