KOKKULÁRAPI er yrkingasavn, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Alexandur er orðasnillingur, og tað prógvar hann enn einaferð við hesum savninum - skemtingarsamur og beinrakin!
Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.Bókin er skipað við frágreiðandi høvuðsteksti, sum verður stuðlaður av upplýsingum, sum eru settar inn sum brot, ið eisini kunnu verða lisin fyri seg. Til dømis verður eitt stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn tikið fram.
Solidariteturin er alla tíðina hjá slitmanninum og hjá teimum, sum duga at síggja tað stóra í lívinum og natúruni.
Yrkingarnar eru sterkar myndir úr einum uppvøkstri, har mamman í húsunum ræður øllum og ræðir øll.
William Hammer verður biðin um at finna ein skotskan veðurfrøðing, sum er horvin í Føroyum í 1970. Tað sigst, at hann var umborð á flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi, men síðani sæst ikki farvegurin til hansara.
Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða.
Á FERÐ INN Í EINA ÓENDALIGA SØGU byrjar við, at ein huldukona lokkar 3 ára gamla Hugin burtur í haga nakrar dagar. Henda løgna hendingin fylgir honum alt lívið.
Í bókini eru hugleiðingar frá barna- og ungdómsárum. Og frá sigling við fiskiskipum og farmaskipum. Umframt eru umrøddar nakrar søguligar hendingar frá støðum, hann hevur vitja.
Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.
Hendingin á Skarði, tá ið bátarnir fórust í 1913, og bygdin stutt eftir varð avtoftað.
Fólk vita at siga frá tilburðum, tá ið tey sjálv ella onnur hava verið í lívsvanda, men har tey tó á løgnan hátt eru komin heilskapaði burtur úr tí lívshættisligu støðu, tey vóru í.
Sjónleikur í tíggju pørtum. Føroyskt fólkalívsbílæti úr 17. árhundraði.
Skaldsøgan lýsir eina lítla bygd í 20- 30árunum og tvídráttin í Símun við seg sjálvan um trúgv, fakfelagspolitikk, kærleika og mong onnur stórmál.
Faðirin fer við húskinum úr Føroyum til Suðuramerika at arbeiða fyri ST í nøkur ár. Sum vaksin ferðast børnini aftur, og tað birtir lív aftur í hálvgloymd minni og óbroytiligar sannleikar.
Hetta er ein nøtrandi søga um eitt einsamalt stakkaladýr, eina gentu, sum býr saman við sínari fámæltu og oyðiløgdu mammu, sum hevur nóg mikið í sínum kærleiksleysa gerandissliti, og einum fosturpápa, sum misnýtir hana kynsliga.
Sleipnir hin rádni er spennandi og nútíðarlig skaldsøga um fimm teir seinastu dagarnar í lívi Snorra Sturlusonar.