Rottan er fyrsta stuttsøgusavnið hjá Sólrún Michelsen. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi.

Søga fyri ung. Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður gjørdur, sum eitur Hata horuna. Jonna velur at hevna hetta, og tað fær álvarsamar avleiðingar, bæði fyri Jonnu og Gloriu, men eisini fyri happaran.
Ritsavn 8 - Ískoytis - og yvirlitsbind
Hetta er ein bók við nógvum heimildartilfari til ymisk evni í nýggjaru politisku søgu Føroya. Talan er um tilfar, sum høvundurin hevur savnað saman í ymisk um skjalasøvnum gjøgnum nógv ár. Nógv av keldutilfarinum hevur ongantíð verið á prenti fyrr og átti tí eisini at havt almennan áhuga.Nýggjar og forkunnugar upplýsingar, sum varpa ljós á samfelagslig viðurskifti í nýggjari politisku søgu Føroya eru at finna í hesum tilfarinum.
Leikurin er um tólv ára gamla Dávid, sum hevur svull á heilanum, og skal royna at sættast við tað. Leikurin fylgir Dávidi og hansara hugsanum og dreymum um familjuna, lívið, deyðan og – Pinocchio! Í dreymunum er Dávid Pinocchio, sum ikki er ein trædukka longur, men er blivin ein ordiligur drongur. Og eins og Dávid roynir Pinocchio at sættast við hvat tað er at vera menniskja.
Frásøgukvinnan í skaldsøguni er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir av álvara, at tann stytsti teinurin í lívinum er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum, og samstundis í brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina.
Úr innihaldinum: Rúnarsteinurin ; Ting og løgmenn ; Mið og plinkar ; Nakrar sagnir í samband við nøkur staðarnøvn. Bókin viðger mong føroysk, søgulig viðurskifti og er sostatt meira enn bert ein bygdarsøga.