Vanlig orð 4-6 er gjørd til tríggjar tær seinastu Vanlig orð-opnurnar við orðum og setningum í Finku. Arbeiðsbókin er knýtt at lesibókini, men kann væl brúkast sum sjálvstøðugt tilfar. Í Vanlig orð 4-6 eru lesi-, stavi- og skriviuppgávur.
Í bókini eru 50.500 leitorð, sum aftur eru skipað í 2.700 bólkar hvør við sínum leitorði fyrst í bólkinum. Her afturat eru undirbólkar við orðum, sum eru nær skyld við leitorðið.Umframt eru eisini tikin við dømi, tiltøk og orðafelli úr føroyska málinum.
Orðabókin er ætlað føroyskum brúkarum. serstakliga næmingum og lærarum í miðnámskúlunum, men eisini vinnulívinum, serliga fiski-og sjóvinnuni.
Nýggj og broytt útgáva.
Við teldutøku orðabókini ber til at: Sláa einstøk orð upp - Leita eftir orðum, orðapørtum og setningum inni í greinum - Skriva egnar viðmerkingar til greinir - Sláa upp í orðabókini frá tekstviðgerðarforritum.
Bókin er fyrst og fremst ætlað næmingum í miðdeild fólkaskúlans, so teir tíðliga kunnu venja seg at nýta orðabøkur