Úr loggbókunum
Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist.
Hey Ruby
Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er grundarsteinurin í bókunum hjá Lindu. Hey Ruby er fyrsta bók í røðíni, og hóast bókin er um tøkni og teldu, so snýr hon seg ikki beinleiðis um at læra at forrita, og dentur verður ikki lagdur á at læra nakað ávíst forritingaramboð, men roynt verður at vísa á, hvussu til ber at skilja hugtakið telduliga hugsan.
Framlop í fjarðskifti
Hvussu verður vorðið í heiminum í morgin? Seinastu árini er lívsháttur okkara broyttur í stórum, nógv meir enn nakran hevði grunað fyri hálvthundrað árum síðan. Í fjarskiftisheimi kunnu vit koma á tal við fólk hinumegin knøttin eftir ongari løtu, og tíðindi og upplýsingar um alt fleiri og fjølbroyttari evni fáa vit við at trýsta á ein knapp. Fyrimunirnir av fjarðskiftiskollveltingini fara at geva seg til sjóndar í nýggjum og forvitnisligum lívslag í árunum, sum koma.



