, ,

WH, hefti

8 ymisk klipp - William Heinesen

Heygar og dreygar

Sjódregil

Summir kunnu ringja, dvørgamál at syngja

Marmennil

í Bygt

Marra, marra minni! ert tú her inni, út skal tú fara, bera bæði grót og flag, og alt ið her er inni!

Gívrar

Flotoyggjar

55,20 kr.
Legg í kurv
, ,

Identity

Identity er fyrsta bókin um listina hjá “amerikanska” føroyingum og listamanninum, Joel Cole. Bókin lýsir hansara listarliga arbeiði og menning gjøgnum tíðina. Hann viðgerð margbroytta lívið hjá menniskjanum, granskar háttin, hvussu vit síggja okkum sjálvi, hvussu onnur síggja okkum, og hvussu vit sameina munirnar. Listin hjá Joel Cole er samansett av millum annað timbri úr heimstaði hansara, Minnesota River Valley. Bókin er skrivað bæði á føroyskum og á enskum.

329,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Landslagið í broyting/Landskabet i forandring

Í tíðarskeiðinum februar-juni 2022 hevði Listasavn Føroya serframsýningina “Landslagið í broyting” við listaverkum eftir heili 28 føroysk listafólk. Í bókini, eins og í framsýningini, verður dentur lagdur á stóra leiklutin, sum landslagið sum myndevni hevur í føroyskari list, og hvussu endurgevingarnar av landslagnum hava broytt seg gjøgnum tíðirnar.

195,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ein bein linja ein bogin, yrkingar

Bókin snýr seg um at ganga, oftani í lendinum kring Havnina og á Suðurstreymoynni, har høvundurin býr. Hon endurvitjar grótbrot, Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri allan høvuðsstaðin. Bókin er fylt við stillum og sansandi fotomyndum av t.d. lendinum og skipanum og strukturum við grótbrotum og byrgingum. Hon siterar Andrei Tarkovsky: ”men vit ganga ikki beint fram her. Vit ganga ein umveg”. Hon skrivar um seg sjálva, men eisini um pápa sín.

250,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Lív leirvíksmálarans í episkari frásøgn (40)

Hetta epos er vorðið til, meðan vit hava arbeitt við høvuðsbókini um morbróður mín Jóannis Kristiansen, ið sum ungur valdi at leita burtur frá teim gøtum, sum ætt eftir ætt av forfedrum hansara hevði traðkað. Í staðin fyri at fara í bát saman við faðir sínum og leita út á hav at royna fiskieydnu ella at fara í bø ella haga við haka í hond dámdi honum at sita við bók og lesa, tekna og mála og kunna seg um ein alheim, har alt var øðrvísi enn í heimbygdini.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Jóannis Kristiansen-Den færøske impressionist

Det var især det karakteristiske færøske lys, som fascinerede Jóannis Kristiansen. Hans malerier af det sneklædte landskab var så strålende, at du næsten blev blændet, men han var også fængslet af det milde eftermiddagslys, der indhyller marker og gårde, og han malede det så dybtfølt som måske næppe nogen anden.

598,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Jóannis Kristiansen-Tann føroyski impressionisturin

Tað var sermerkta ljósið í Føroyum, ið hugtók Jóannis Kristiansen eina mest. Kava­myndir hansara vóru so bjartar, at tú nærum blindaðist, men milda seinna­partsljósinum, ið sveipar seg um teigar og tún, hevði hann eisini ans fyri og málaði tað so inniliga, sum kanska eingin annar.Myndirnar hjá Jóannisi eru stundum átøkar teimum hjá fronsku impressionistunum. Hugtikin var hann av hesum mætu meistarum, men aldri var talan um eftirgerð, hann hevði sjálvur upplivað tað, hann málaði.

598,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Faroe Islands flavour, KOKS (5)

This book will take you to each of the islands, and bring you a snapshot of what we try to do at Koks. I hope that chefs will be inspired by the recipes, and that general readers will understand better how we live here today. Most of all, I hope it captures the essence of the islands in all their raw power.

590,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Føroyasmakkur, KOKS (5)

Bókin tekur teg við sær á ferð út á hvørja einstaka oyggj í Føroyum og gevur tær eina løtumynd av tí, vit royna okkum við á Koks. Eg vóni, at kokkar fáa íblástur úr uppskriftunum, og at vanligi lesarin fer at skilja betur, hvussu vit liva her nú á døgum. Fyrst og fremst vóni eg, at hon kann vera við til at varðveita kjørið í oyggjunum og alla ta ráu megi, sum býr í teimum.

590,00 kr.
Legg í kurv