Hugtakandi søga um ein tólv ára gamlan drong og besta vin hansara - tomu vaskibjørnina Knassa.
Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá
Ævintýr hjá brøðrunum Grimm, m.a. Øskufía, Klokkublóma, Frensurin í stivlum og Frúgvin Hulda.
Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli.
Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.
Teir horvnu kirkjubøstólarnir er skemtilig og spennandi krimisøga og onnur bókin í røðini um tey fýra vinfólkini. Tann fyrra var Brennivargurin.
Regin Dahl endar í útlegd orsakað av seinna heimsbardaga. Útlegdin hevur formað hann sum menniskja og listafólk. Henda bók er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenning-ina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum.Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini.Úr útlegdini.
Tá ið danski løgfrøðingurin Lisa Bjørn Nielsen í februar 2000 kemur til Havnar at hava framløgu á einari fullveldisráðstevnu, møtir hon fortíð og ungdómskærleika, sum hon helt seg langt síðan hava lagt aftur um seg. Sum ung búði Lisa í Føroyum í eitt ár. Nú vendir hon 44 ára gomul aftur, men ferðin roynist øðrvísi, enn hon hevði ímyndað sær. Gjøgnum trý samdøgur hittir hon longsil og skuggar úr fortíðini og noyðist at endurskoða lív sítt.
Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort.
Skaldsøgan flytur seg hegnliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupuleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum ranna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsul og kærleika.
Fólkaatkvøða hevur verið, og býurin fær aftur navnið Klaksvík. Men borgar ikki fyri friði og gaman á staðnum. Sama kvøld sum G! festivalurin setir stevnu, verður farið til fjals og í fjøru at leita eftir einum 14-ára gomlum drongi av Viðareiði. Ongin skilur, hvat kann vera hent. Hevur Kristoffur tikið sítt egna lív ella er hann vorðin offur fyri einari brotsgerð?
Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.
Fyrr svóvu nógv fólk í sama rúmi og minst tvey í hvørji song. Siðsøguliga er nógv broytt, tá ið tað kemur til sengur, madrassur, seingjarklæði og baðirúm. Tað er bert at velja og vraka. At sova er í dag ein partur av privatlívinum, sum onnur einki hava við at gera.
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út
Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Sítt egna rúm, 1929, kannar evnið ‘kvinnur og bókmentir’. Hon lýsir, hvussu kvinnur, gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum hava verið settar, hava verið hildnar frá at skriva. At kvinnur, skulu tær verða rithøvundar, mugu hava ráð, t.e. eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og sítt egna rúm, ítøkiliga og - ikki minni – hugmyndafrøðiliga.