Tá lívsglaða 18 ára gamla Elina fær at vita, at hon hevur blóðkrabba, er tað trúgv hennara á Gud, ið gevur henni styrki.
Ævintýrsøga um hobban Bilbo, sum saman við gandakallinum Gandalf og 13 dvørgum, fer eftir skattinum, sum drekin Smaug hevur stolið.
Síðani 1986 hevur Axel skrivað eina røð av greinum, fyrst í Dimmalætting, síðani í Viðskeranum og Skáanum. Átjan av hesum greinum eru nú savnaðar í hesi bók.
Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í søgunum um Ólav Tryggvason og Ólav Halga.
Eitt land í Norðurevropa er hersett, og tann ræðslan, ið kemur á fólk, verður so líðandi til øði, sum máar støði undan hersetingarvaldinum.
Harry Potter er á triðja ári næmingur á gandaskúlanum. Hann fær at vita, at maðurin, sum hevur beint fyri foreldrum hansara, er flýggjaður úr Azkabanfongslinum og nú ætlar at drepa hann.
Høvundurin (fødd 1920) minnist aftur á barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein tann virknasta bygdin í Føroyum við blómandi handilsvirkjum og stórum skipaflota.
Skaldsøga um ungfólk úr stórari bygd í Føroyum undir 2. heimsbardaga, serliga tríggjar vinkonur og teirra ójøvnu lagnur.
Søgan um Sunnivu er ein lýsing av lívinum hjá einari føroyskari kvinnu í fyrru helvt av 20. øld. Hon er likamliga brekað, men við styrki og treiskni eydnast tað henni at fáa eina útbúgving.
Bókin fer fram í Føroyum í 1807, tá bara ein handil er í landinum. 10 ára gamli Tønnes av Sandi, sum hevur mist bæði foreldrini, flytir til Havnar at vera hjá Skipar-Hansen.
Jenny hevur føroyska mammu og eingilskan pápa. Sjálv er hon uppvaksin í India. Hon giftist einum týskum aðalsmanni, sum doyr brádliga, og flytur til Føroya. Hon fær arbeiði á einum edv-virki, men varnast skjótt, at ymist løgið fer fram.
Kol býr saman við foreldrum sínum i lítlari bygd uppi í fjøllunum. Tð ið hann er 12 ára gamal, doyggja bæði foreldur og vinfólk hansara í skalvalopi. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
Hin heilaga náttin ; Sjón keisarans ; Brunnur teirra vísu manna ; Betlahems barn ; Flýggjanin til Egyptalands ; Í Nasaret ; Í Templinum ; Hin heilaga Veronika ; Helsareyði ; Várharra og sankti Pætur ; Login
Ivan Olsen verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling.
Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma
Harry Potter dugir gand, og tí er hann nú næmingur á gandaskúlanum Hogwarts. Men so hendir ymiskt løgið og óhugnaligt á skúlanum.