Onnur bók í røðini Kalt blóð. Sigrið fer at vitja Teit á sjúkrahúsinum. Hon fer inn á skeiva stovu. har liggur ein ógvuliga sjúkur drongur. Hon skundar sær út. Men í somu løtu ber hon eyga við ein mann. var tað læknin? Og hvat gjørdi hann?
Teitur gongur heim úr skúla. hann hugsar um tey níggju børnini, sum eru horvin. Eingin veit, hvat er vorðið av teimum. tey eru bara horvin.Teitur heldur hetta vera óhugnaligt.Hann hoyrir ikki bilin, sum koyrir beint aftan fyri hann...
Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing.
Stórt farmaskip fer á land í Íslandi veturin 1868. Umborð er gentan Abba, ið hevur Downs syndrom. Plantufrøðingurin Fríðrikur tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Høvundurin fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna.
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørd. Kongaligi handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst.
Flokkurin hjá Viktori Hugo Person hevur fingið lánslærara. Hann fer at siga flokkinum frá úr bókini hjá Victor Hugo um Klokkaran frá Notre Dame.
Søga fyri ung. Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta. Í skúlanum er hon sera dugnalig, men floksfelagar hennara standa saman um at gera henni lívið torført.
Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.
Ernestine greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi. Honum dámdi skipið so væl at hann og bróðurin, J. F. Kjølbro, keyptu Ernestine úr Fraklandi í 1927.
Bókin er um nøkur ungfólk í 9.B. Í 9.B er ótrúligt samanhald. Men sjálvandi; øll kunnu jú ikki vera eins ágangandi og Elsa Maria ella eins evnarík og Riina ella eins sjeikalig og Pepsi - Pepsi, sum fær øll gentuhjørtu at duka harðari.
Náttúra og tøkni 3 er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn.
Søga til børn um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø.
Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu saman við gátuføra læraranum í heimspeki, sum ikki vil siga, hvør hann er.
Søgan fer fram í tíðini eftir avtøkuna av kongliga einahandlinum í 1856. Samfelagið er í broyting frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag, og hetta ikki uttan stríð. Øvund og ósemja taka seg upp, og politikararnir nýta ósemjuna til egnan fyrimun.
Níggju stuttsøgur um lindir og leitan.