Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Rottan er fyrsta stuttsøgusavnið hjá Sólrún Michelsen. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi.

Úr innihaldinum: Rúnarsteinurin ; Ting og løgmenn ; Mið og plinkar ; Nakrar sagnir í samband við nøkur staðarnøvn. Bókin viðger mong føroysk, søgulig viðurskifti og er sostatt meira enn bert ein bygdarsøga.
Úr innihaldinum: Rúnarsteinurin ; Ting og løgmenn ; Mið og plinkar ; Nakrar sagnir í samband við nøkur staðarnøvn. Bókin viðger mong føroysk, søgulig viðurskifti og er sostatt meira enn bert ein bygdarsøga.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls.
Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Ein stórur partur av honum er flytifuglur. Flytifuglur er bara í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera.Les um, hvat eyðkennir heiðafugl, um sansir og bygnað, og hvat vaðfuglur, búfuglur, flytifuglur og støðufuglur er.
Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Í bókini kanst tú lesa um, hvat eyðkennir fugl, fuglalát, bútíð og um ymsar vanligar smáfuglar og eisini minni vanligan smáfugl
Hóast 71 prosent av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 prosent av heimsins fuglasløgum sjófuglur. Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum. Les um fuglin, hvussu hann er bygdur, hvat eyðkennir hann, hvat hann etur, hvussu hann reiðrast og mangt, mangt annað. Til ber eisini at lesa um ávís fuglasløg, sum nógv eru til av í Føroyum.
Lúr inn í heimin undir sjónum og uppliv og lær um dýr og plantur, ið har liva.Vit fylgja lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi eru at finna.
DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein sø um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.
Ein bók um ta ómetaligu hugtakandi og tíðum syrgiligu søguna um indianararnar, heilt frá landnámi teirra úr Asia til Amerika og til landtøkuna hjá tí hvíta manninum.
Bakiuppskriftir til m.a. muffins, smákøkur, bollar, vaflur, pannukøkur, forma- og skuffukøkur og tertur.
Í bókini greiðir Páll Kunoy frá bygdini á Skarði og orsøkunum til, at hon avtoftaðist. Tað hendi í 1919, tá ið tey seinastu skarðsfólkini rýmdu haðani.
Søgan er um eitt hendignaríkt summar í einum grannalagi nærhendis miðbýnum í Reykjavík. Forherðingurin og bakbeistið Svarti Helgi ger um seg og aftrar seg ikki við fúlastu misgerðum.