, ,

Heimurin (NÁM 2022)

Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2022) er eitt dagført politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum. Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum fjallarøðir og havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað sum føroysk plakat at brúka í skúla, á arbeiðsplássi og heima. Veggjakortið fæst í lamineraðari útgávu, sum skrivast kann á, eins og Føroyakortið hjá Námi. Niðast á kortinum eru heimsins fløgg.

398,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Evropa - laminerað veggjakor

Evropakortið er eins og heimskortið, ”Heimurin”, hjá Námi umsett úr enskum úr kortum hjá Collins Bartholomew, ið er heimsins elsta og størsta kortasavn. ”Evropa” er laminerað hæddarkort við landamørkum, sum vísir nøvn á londum, høvum, fjøllum og og landafrøðiligum fyribrigdum á føroyskum, eftir somu grundsjónarmiðum sum í atlasinum hjá Námi, ”Atlas til heim og skúla”.

378,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Túna kort - Oyggjar og bygdir

Endamálið við hesum serliga Føroyakortinum er at hjálpa tær at staðfesta, hvørjar oyggjar og bygdir í landinum, tú hevur vitjað. So hvørt tú vitjar eina oyggj ella bygd, kanst tú skava hetta økið á kortinum, og eisini er eitt yvirlit við øllum oyggja- og bygdanøvnunum, har tú kanst frámerkja, hvar tú hevur verið.

175,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Føroyakort (Nám 2022)

Kortfrøðingurin á Umhvørvisstovuni, Hans Olof Engberg, hevur teknað Føroyakortið, sum upprunaliga kom út saman við ”Atlas til heim og skúla” (Nám 2014), tá Rói Højgaard teknaði tað. Á kortinum eru fleiri enn 1.700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent. Bygt øki er merkt við gulum og bøur við grønum. Kortið er teknað við hæddarstrikum, har 50 metrar eru millum hvørja. Umhvørvisstovan hevur ment kortið í samstarvi við Nám.

478,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Tórshavn byatlas

Danskt. Umleið 20 býarumhvørvi og fleiri enn 1800 bygningar eru skrásett og lýst í tíðarskeiðinum 2006-2007. Eisini býarsøga, byggisnið, og nakrar av arkitektunum ið hava virkað í Havn.

190,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Tórshavnar býaratlas

Umleið 20 býarumhvørvi og fleiri enn 1800 bygningar eru skrásett og lýst í tíðarskeiðinum 2006-2007. Eisini býarsøga, byggisnið, og nakrar av arkitektunum ið hava virkað í Havn.

190,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Norðurlond (veggjakort)

Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1:2 mió. Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.

372,50 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Europaveggjakort, ómonterað

Kortið er umhvørviskort við nýggjum landamørkum og landanøvnum. Harumframt eru havstreymar og havbotnsrelieff við.

498,00 kr. v.mvg
Legg í kurv