, , , ,

Altardúkar (50)

Í hesum bóklingi eru nýggj mynstur og leiðbeiningar til átta altardúkar, fýra broderaðir altardúkar, ein heklaðan altardúk, ein bundnan altardúk og tveir altardúkar, sum eru seymaðir í klútaseyming (patchwork).

150,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kirkjuklæði (8)

Paulina M. K. Eliasen hevur gjørt eitt stórt siðsøguligt arbeiði at skráseta kirkjuklæði í øllum kirkjum og bønhúsum í fólkakirkjuni: tað søguliga, hvør hevur gjørt klæðini, hvussu gomul tey eru, hvussu tey eru gjørd og hvussu tey verða nýtt. Nógvar frálíkar myndir lýsa vakra handverkið, sum er eitt satt prýði í kirkjunum kring landið.

450,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 2.

Rithøvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan.Eins og í fyrru bókini sigur hon frá,hvussu hon broderar,og við einari rúgvu av litmyndum verður víst,hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum.Paulina M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

289,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Embroidery for the Faroese

With this book we have, for the very first time, meterial in this area with reliable guidlines which can be used for both teaching and home use.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska 1 (28)

Høvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Brodering til tann føroyska tjóðbúnan 3

Tá ið hagapartarnir á Stóraryggi á Kalsoynni, sum er størsta náttúrufriðøki í Føroyum, bleiv innhegnaður og vakrar ókendar blómur byrjaðu at spretta, sá Paulina ein spennandi møguleika at gera mynstur til føroyska búnan við íblástri frá blómunum. Í bókini eru góð ráð til brodering av tíggju mynstrum til føroyskan vest og dømi um hosubond, sum hava sín uppruna frá háskúlanum í Føgrulíð. Bókin hóskar væl til íblástur bæði til undirvising og heimabrúks.

298,00 kr.
Legg í kurv