Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.
Nivlheimur leggur fyri á Jan Mayen í 1938. Gott 80 ár seinni fær Hannis Martinsson álagt uppgávuna at finna eitt loyniligt handrit, sum skal vera komið úr Íslandi til Føroya í miðøld. Hannis hevur lítið at halda um, og sterkar kreftir gera alt fyri hindra, at hann skal røkka sín setning.
Útvarpsmaðurin Páll Hansen doyr fyri opnari mikrofon undir døgurðatíðindunum. Ein bankaránari verður funnin hongdur í klivanum á politistøðini.
Ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánað funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi.
Tá ið vit børn, sitandi á einum bonki, hoyrdu frásagnir av hesum slag-meðan skýmingin legðist-kom yvir okkum ein kensla, sum hýsti eini mótsøgn. tí á annan bógvin vóru okkara hjørturætt sum kavi kreymar, men á hin bógvin sótu vit sum undir lestri. Ósæddar verur livnaðu upp undir stólum og borðum og vildu tríva eftir okkum. Og endin var, at vit drógu beinini upp á bonkin og sótu og lýddu á, rúnarbundin og við glógvandi eygum.
Ein fjøld av kinesarum vitjar í Føroyum, og William Hammer og Skansadeildin fáa uppspurt, at hetta er ein sendinevnd, sum er komin at samráðast, men um hvat? Hvørki løgreglan, ferðavinnan ella tíðindafólk vita nakað um hesa vitjan, og myndugleikarnir eru sum farnir undir heilt.William Hammer fær varhugan av, at alt ikki ruggar rætt, at núverandi landsstýrið spælir eitt skuggaspæl og vil loyva Kina at fáa fótin fastan í Føroyum.
Fólkaatkvøða hevur verið, og býurin fær aftur navnið Klaksvík. Men borgar ikki fyri friði og gaman á staðnum. Sama kvøld sum G! festivalurin setir stevnu, verður farið til fjals og í fjøru at leita eftir einum 14-ára gomlum drongi av Viðareiði. Ongin skilur, hvat kann vera hent. Hevur Kristoffur tikið sítt egna lív ella er hann vorðin offur fyri einari brotsgerð?
Horvna Rósan er søgan um eitt føroysk frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
Tað er val í Føroyum. Spenningurin er í hæddini. Grønu Føroyar verður tungan á vágskálini. Men tað verður ikki kenda andlitið í flokkinum, Ronja Róksdóttir, sum vinnur tingsessin og gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki. Nei, tað verður tann 37 ára gamli Beinir Kalsfjall, sum snýtir øll og gerst seytjandi maðurin í eini borgarligari samgongu.Men tá nývaldi tinglimurin doyr í einari gátufullari ferðsluvanlukku, kemur Ronja Róksdóttir í eina serstaka og lagnukenda støðu.
Eitt fríggjakvøld er William Hammer inni á eini barr í høvuðsgøtuni, og ein ólátaður mykinesmaður stoytir eina øl í fangið á honum. William jarðleggur mannin, og frá hesi løtu kemur ferð á hendingarnar. Ein russiskur mafiamaður roynir at drepa William, og tað gerst skjótt greitt, at hendingarnar hava samband við tann føroyska útflutningin av fiskavørum til Russlands.
Horvna Rósan er søgan um eitt føroysk frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
William Hammer er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna.Fær bara at vita,at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki,og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond,so kann hann veita teimum hana.Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann.William er fullkomiliga líkaglaður,tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun.
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti. Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík
Kavarin hekk fastur. Blýbeltið var komið um eitt skrúvublað. Hann royndi at førka seg eitt sindur aftureftir, so hann fekk smoygt beltið av blaðnum. Tá hoyrdi hann ljóð innan úr skipinum. Motorurin bleiv startaður, og hann royndi sum ein óður at gera seg leysan. Tá fór skrúvan at mala, og hann mól við.
Tað er ein vanligan mikudag í november, at ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík.Borðreiðast kann við tíðindum í heimsklassa, tá seks kvinnur hittast til bindiklubba-kvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin,ið skal loysa óhugnaligu gátuna.Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrdur. Vinkonurnar eru illa við av brotsgerðini. Men teimum kemur ikki til hugs, at tær sjálvar eru orsøk til stóra sálarpínu og eiga sín lut tí ræðuliga, sum nú hendir.
Hann nærkaðist húsunum og helt seg tevja roykin av kraftamiklari súpan. Eitt andarhald fór tað ígjøgnum høvdið á honum, at nú hevði ein snapsur verið góður. Hesum vísti hann kortini beinanvegin frá sær. Tann tíð var farin, og nú snúði tað seg um at stríðast fyri Føroyum og fráhaldsrørsluni.Hann merkti ikki slagið, sum rakti hann í nakkan. Hvarv bara inn í tann endaleysa tómleikan.