Høgni Debes Joensen fortelur, í hesi autofiktivi skaldsøguni, um millumskúlaárini hjá Terja. Lærarnar har, ið gjørdu honum mun á ymsan hátt, og avbjóðingarnar annars við at koma til mans.
Tíðindakvinnan Báralda arvar eina ommu, sum hon ikki visti av, og fer at granska slektina. Hon kemur fram á eina fløkta søgu um stættarmunir, loynimál og harðskap í seks ættarlið.
Søgurnar um Sáru Malenu í Skúgvi, sum fekk so margháttliga lagnu, eru mangar. Hon livdi í 19. øld. Pátrúgv og trongskygni áttu sítt sæti í sálini. Hon var eitt balstýrið barn. So løgin og óstýrilig, at pápin mundi tikið lívið av henni. Seinni var hon løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana. Sára Malena var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Flestu søgurnar um hana eru slíkar, sum reka framundir, at hon sanniliga dugdi meira enn at mata seg
Framtíðarskaldsøga, skrivað í 1973. Bókin er stór í vavi, men sanniliga eisini dygdargóð. Uttan kjak eitt høvuðsverk í føroyskum bókmentum.
Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini. Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna. Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.
Í eini gamlari arabiskari læknabók verður sagt, at hjarta mansins verður býtt í tvey innrúm, annað eitur eydna, hitt eitur ørkymlan. Hvørjum skalt tú trúgva? Av tí at rúmini eru tvey, ber til at elska tvey menniskju samstundis. Kroppurin gevur okkum henda møguleika. Men samvitskan stríðir ímóti, og hetta kann gera lívið torført at liva.
Bókin fer fram í Týsklandi eftir seinna heimsbardaga. Fimtan ára gamli Michael Berg verður sjúkur ein dagin, hann er í skúla. Hanna, eitt gátuført og eiggiligt konufólk, farið um tey tríati, tekur sær av honum. Tað gerast væl og meira enn tað – tey njóta og øsa svangliga hvørt annað kynsliga. Brádliga ein dag er hon horvin og letur ongan vita hví.
Í eystri er nú ein heilt, heilt veik rond av ljósi. „Kom, vit mugu ganga skjótari,” sigur Agnas knappliga. „Koma vit ikki yvir um Lambafelli, áðrenn tað av álvara lýsir, kunnu vakmyndatólini saktans varnast okkum.” Vit seta ferðina upp. Tað ber ikki longur til at njóta løtuna, bara ganga so skjótt vit orka. Lættari og lættari er nú at síggja, hvar vit traðka. Ov lætt. Tað er til at gráta um, at sólin er fíggindi okkara.
Samhugaprógvið er ein kollveltingarkend tøkni. Kanningar staðfesta, at tað er merkingarberandi samsvar millum andsamfelagsligan atburð og tað at vera máld ella máldur undir lágmarki á mátistokkinum hjá samhugapróvnum. Allir einstaklingar hava í boði at fara til próvtøku, og um royndin er staðin merkja seg í eina almenna protokoll hjá Sálarfrøðingafelagi Íslands og soleiðis prógva fyri samfelagnum, at tey eru álítandi.
Í einari fjarskotnari pólskari bygd suður ímóti kekkiska markinum býr Janina. Hon hevur eyguni eftir summarhúsunum har um leiðir, sum standa tóm um veturin. Annars dámar henni best at sita við stjørnutýðingum, at týða yrkingar eftir William Blake og at eygleiða villinidýr. Greitt er, at henni dámar betur dýr enn menniskju. Beisk í huga sær hon veiðimenn drepa hesi ediligu dýrini frá hond. Brádliga doyr ein veiðimaður fyri og annar eftir undir heilt løgnum umstøðum.
Jón eigur eingi børn, hann er einsamallur, 47 ára gamal og fer lítið hugaður niðan á vatnið saman við pápabeiggjanum at seta gørn. Hann er tónleikari og hjálparlærari. Hann arvar fiskasmáttuna og rættindini at fiska á vatninum. Hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og hvar og nær, at røkja stovnin, at hagreiða fongin og gera burturúr. Pápabeiggin hevst alla tíðina at honum. Hví fært tú tær ikki gentu, Jón?
Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, tá verandi forseti Ukraina, at skriva undir samstarvsavtalu við ES. Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælisfólki savnaðust á Frælsisplássinum - Maidan - í Kiew. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálvoynna, og bardagarnir harnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina.