Ben Arabo hevur gløggan og lættan penn. Evnini fevna millum annað um tað innantóma lívið, marglætistilveru, grammleika og materialismu, øvundsjúku, snobbarí og sjálvgóðsku. Samfelagið verður lýst sum kalt og kyniskt og hevur eittans fyri eyga: at misnýta øll og alt. Søgurnar eru óhátíðarligar, skrivaðar á løttum talumáli, og tær eru fjøtrandi.
Eg hugsaði um bláar skorar og hvítar fannir, og nøkur orð runnu mær í huga - so er at líta á jomfrúkinn, einum óvita - í kruvdum gummiskóm og holutari troyggju - meðan børn sigldu við holabátum um eitt vatn á útoyggj.
So mjúk og so søt..., helt sangurin fram. Nú stóðu tey niðri í kjallaranum, og uttan stórvegis himpr læt Marjun hurðina upp. Hennar smíl skein sum sól... Hanus royndi at vera tolin, men mátti tosa hart, so hann hoyrdist:Pætur...Pætur: Gevst við hasum. Tað ber ikki til, at tú kemur heim á nátt og vekir alt húsið." Tónleikurin og sangurin steðgaðu í somu stund. "Hvat kallaði tú meg?Pætur?"
Antologi útgivin í sambandi við útbúgvingini í Ritlist á Fróðskaparsetrinum. Við hesi antologi vóna vit í forlaginum at kunna vera við til at menna føroyskar nutíðarbókmentir og komandi spírar.
Millum vinir er bókin um lívið í einum kibbutsi í Ísrael. Í átta stuttsøgum lýsir Amos Oz nakrar hjartanemandi lagnur, og tær eru so væl skrivaðar, at hann valla verður tikin. Ljósið er sett á einstaklingin og felagsskapin. Í kibbutsinum búgva nógvar ymiskar lagnur; børn, ung, gomul, støk og hjún. Tey, sum í síni tíð stovnaðu kibbutsin, eru flest øll farin, og strongu reglurnar eru til umrøðu.
VIRUS eitur stuttsøgusavn eftir Sámal Soll. Søgurnar í savninum venda sær til ung og vaksin og søgurnar fevna víða í innihaldi – frá tí spennandi til tað óhugnaliga – og flestu teirra viðgera lívið á sosialu miðlunum í Føroyum í dag.
Hon er hægri enn eg helt, ella eru tað skógvarnir? Pen hálsketa. Bara heilt tekkilig, og so í knallreyðum jakka, eitt herligt statement, og hevur valt at hava eitt sindur av frástøðu, ja, hví ikki, ein passalig avbjóðing, ein standmynd, vakurt. Hjá hasari lítlu eru skapini í lagi, men tað er øgiligt, sum hon tosar nógv, stuttlig typa. Handan við fittu nøsini og høgu kinnabeinunum og oyraringunum tykist eitt sindur mammulig og etablerað, nei ikki etablerað, bíløgd. Ú søguni Tarvafektarin.
Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur. Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum er huglagið dapurt, men kortini hómast vón og møguleikar fyri broyting - og kanska á ein øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars høvdu ímyndað sær.
Líka síðan eg sum óviti fyrstu ferð sá myndir-nar av dungunum av líkum í týningarlegunum, sum bara vóru húð og bein, tykjast tær enn líka ófatiligar, og onkursvegna hevði tað eisini tókst sum ein háðan av ofrunum at siga seg duga at greina hesa marru
Á vári 2017 skipaði Glasir fyri stuttsøgukapping millum næm-ingarnar. Inn komu 63 søgur, harav tríggjar fingu virðisløn. Hetta savnið er eitt úrval av teimum innkomnu søgunum.
Søgurnar í bókini eru rættiliga ymiskar og snúgva seg - sambært innihaldsyvirlitinum-um mangt og hvat,millum annað eina altan, automatgir, eina á, állar, eitt baðikar, barnaspæl, ein barnavogn, boardingkort, eitt bræv, børn, eina gávu o.a. Sum sjangruheiti man"bagatell"vera mest brúkt um tónleikaverk,men er tó eisini til sum bókmentasjangra,og merkir"lítið,ópretentiøst verk". Í dagligari talu verður orðið brúkt um okkurt,sum hevur lítið upp á seg,okkurt sum bert er ein viðfáningur.
Tú vápnar teg ikki, tú randar teg ei við múrum eins og hann, tú verjir teg ei eins «varliga» móti njótilsi. Sjálvt um falliska villingin sum heild hevur spilt góð sambond, er kvinnan aldri langt frá «móðurini». Tað er altíð í øllum førum ein rest av góðu mjólkini-frá-móður eftir í henni. Hon skrivar við hvítum blekki.
Hetta er ein søga fyri fólk,ið fylgja dreymum sínum og gera sær sínar egnu reglur at liva eftir.Hjá likkum flest snýr lívið seg bara um at eta og at halda hungurin frá nevinum. At flúgva gert tú bara,tí tú leitar eftir føði.Tað er endamálið. Men Jónatan likka er eingin vanligur fuglur. Hjá honum er tað at flúgva lívið sjálvt. Ímóti øllum ásetingum í likkusamfelagnum roynir hann at finna eitt hægri endamál og gera tað, hann dugir best og elskar mest.
Hesar stuttsøgurnar eru allar meistaraverk. Kjell Askildsen hevur sagt, at hann er langrøkjutur, skrivar tepurt og knapt, oyðslar ikki við orðum. Hvør einstakur setningur lokkar sítt framhald fram. Hann kennir ikki søguna frammanundan, men letur ein setning taka annan setning við sær, og soleiðis sprettur søgan.
Fimtan skemtiligar og samanhangandi søgur um tann stillføra bankamannin Albert og innara stríð hansara við at koma til sættis við sína alt annað enn samanhangandi ytru samtíð. Í søguni sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan fjøllini, til talvkapping, til bókaframløgu og mong onnur støð, og vit møta tolnu konu hansara, tí uppblásta poppsangaranum, tí barmføgru Tinu, tí reyðbeinta bókavørðinum og fleiri øðrum av skaparans undursomu skapningum.