Skapanarverkið
Hugsar tú nakrantíð um, hvussu heimurin er skaptur? Hvør hevur skapt allar litirnar og øll djórini? Hvør hevur myndað skýggini? Tað er Gud, sum hevur gjørt alt tað, sum vit kunnu síggja og meir enn tað! Les bókina og finn út av, hvat annað hann hevur skapt!
Meldur Bíblian (20)
Hvar á skipinum hjá Nóa krógva báðir nashyrningarnir seg? Hvussu nógvar flugur finnur tú í Egyptalandi? Og klárar tú at finna ta hvítu dúgvuna,ið krógvar seg á hvørjari opnu? Í Meldurbíbliuni kanst tú fara á rannsókn í átta myndprýddum bíbliusøgum. Søgurnar eru stuttar, og tað er upp til tín at loysa uppgávurnar.
Lítla barnabíblian (24)
Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.
Barnabíblia úr Norðri
15 rithøvundar og 15 myndprýðarar hava skrivað og myndprýtt úrvaldar søgur úr Bíbliuni av nýggjum. Søgurnar eru grundaðar á barnasinnið og barnsins undran yvir alt í heiminum. Eitt føroyskt íkast er í Barnabíbliuni, av tí at Bárður Oskarsson hevur myndprýtt einstakar søgur. Bókin er myndprýdd øll sum hon er og leggur upp til nógvar góður frásøgur og samrøður millum foreldur og børn.
Bíbilsk teknirøð
Í bókini, sum er 256 síður til støddar, eru partar av Gamla og Nýggja testamenti myndaðir sum teknirøð í litum. Tað eru Jeff Anderson sum hevur teknað og Mike Maddox, sum hevur savnað.
Á ferð gjøgnum Bíbliuna, HMF (50)
Kortið lýsir tíðina heilt frá Skapanini og fram til Jesu lív á foldum. Niðast á kortinum er ein tíðarlinja við bíbliuávísingum, so tú kanst síggja og lesa meira um tey ymisku tíðarskeiðini og hendingarnar í Bíbliuni.
Bíblia til tey minstu, HMF (40)
Ein myndabók til tey allar minstu børnini. Bókin er úr pappi, vælegnað hjá teimum smáu at blaða í. Lítil og ongin tekstur er í bókini, bert myndir.
Barnabíblia v/teldufløgu
50 myndprýddar bíbliusøgur úr Gamla og Nýggja testamenti. Við bókini fylgir eisini fløga við tólv sangum og tólv telduspølum, til dømis ber til at bjarga Mósesi undan krokodillunum, fella Góliat og mangt annað.
Bíblian Úrvalssøgur
Bíblia-Úrvalssøgur er ætlað ymsum aldursbólkum og kann verða lisin á ymiskan hátt. Vaksin kunnu lesa hana upp fyri børnum úr seks upp í níggju ára aldur; tíggju upp í fjúrtan ára gomul børn kunnu lesa hana sjálv; og blaðung kunnu brúka hana, áðrenn tey fara at lesa alla bíbliuna.
Ein undursom bjarging (12)
Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum. Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap.










