Bókin ber (ikki óvæntað) heitið Regin Dahl: 35 svenskir sangir. Hans Pauli Tórgarð hevur við Bjarna Restorff sum ráðgeva sett nótarnar út fyri rødd (tenor-baryton) og klaver eftir Reginsa egnu framførslum av sangunum, soleiðis sum teir eru skjalfestir á bandupptøkum gjørdar í 1960’unum og 70’unum.
Nótar til 16 klaverstykki eftir Paula í Sandagerði. Savnið umfatar 9 ungdómsverk í klassiskt-romantiskum stíli, skrivað í fyrru helvt av 1970'unum, og 7 nýggjari verk í meiri modernaðum stíli, skrivað í tíðarskeiðnum 1994 til 2022.
Henda bók er ætlað til byrjunarfrálæru í sálmaspæli. Spælast kann bæði á klaver og urgu. Í bókini eru lættar útsetingar av 44 kendum sálmaløgum. Fremst í bókini eru nøkur uppskot um sálmar til gudstænastur. T.d. kunnu næmingar læra seg at spæla sálmaløgini og saman við urguleikarum í kirkjunum royna at spæla til sálmasang í kirkjunum og harvið fáa ítøkiligar royndir í sálmaspæli.
Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt. Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálm¬arnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.
nótar til 13 klaverstykki í minimalistiskum stíli eftir eli tausen á lava, skrivað í tíðarskeiðnum 2019-2023. bókin umfatar øll stykkini á talgildu tónleikaútgúvuni impressions (2020), meginpartin av stykkjunum á útgávuni in a field (2022) umframt eitt stykki yvir kendu vøgguvísuna " rura, rura barnið".