Líðingarsøga várs Harra Jesu Krists hevur altíð talað til kristin fólk og givið teimum eina kenslu av, hvat ið frelsan hevur kostað. Føstan er tann tíðin í kirkjuárinum, har ið serstakliga verður dvølt við tað, sum fór fram, frá tí at Jesus át páskalambið saman við lærusveinunum, og til hann andaðist á krossinum.
Andaktsbókin Kraft av nýggjum hevur verið sera nógv brúkt her á landi og verið mongum til gleði og signingar. Bókin er ætla teimum ungu, menr er gagnlig hjá øllum at lesa. Her eru áhugaverdar søgur, og nógv viðkomandi evni verða viðgjørd, sum hava við trúgv og lív at gera.
Í 1993 skrivaði Axel Tórgarð allar morgunlestrarnar sjálvur. Hann skipaði teir sum eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum Gamla Testamenti. Eftir einum ári hevði hann tikið fram orð úr hvørjari bók í Gamla Testamenti. Hann greiddi frá teimum einstøku verkunum, høvundi, tíð, innihaldi og endamáli. Heildarfatan hansara var, at skal Gamla Testamenti tala til okkara, sum kristin eru, noyðast vit at lesa tað í ljósinum av evangeliinum í Nýggja Testamenti.
Dette er uden tvivl en af de allerbedste bøger af en kristen forfatter jeg har læst.Jeg ønskede ikke at den skulle slutte.Svein Askildsen har med en dybdegående granskning i Bibelens tekster bearbejdet og berørt et emne,som mange,af den ene eller and en grund,går i en stor bue udenom.Jeg sidder tilbage med en fornemmelse af at jeg har været på en rejse;en rejse hvor bølger skubber Bibelens kvindefrigørende budskab frem i en sammenhæng og et harmonisk flow.
Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun hvørja framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?
Tað er oss alóskiljanligt,men bíblian sigur,at longu áður enn grundvøllur heimsins var lagdur,havdi Guå búgvið hjálpina til.Og við fylling tíðarinnar kom hann sjálvur til jarðar og var frelsari vár.Sá,sum allir lutir eru skapaðir fyrir fátækt sína at gera oss ríkar.Nú reiknar Guð ikki framar við oss,nú reiknar hann við honum,sum sagdi:"Krevjið av mær".Hann er gingin inn í ætt vára sum maður meðal manna,sum hin annar Ádam,svá at hann megi taka burtur tað vonda,sum hin fyrsti Ádam gav os í arv.
Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum
Prædikur til báðar textarøðirnar í kirkjuárinum
Øll hava tørv á einum fjalli at fara niðan á. Einum fjalli úti í Guds fríðu náttúru,har luftin er rein, útsýnið er gott og friður valdar.Ella einum fjalli í fluttari merking,einum staði,har tað er hvíld og nýggj orka.Einari løtu í gerandisdegnum, í kvirru, við einum væl mæltum orði til umhugsanar, kveikingar og íbirtingar.
Luther áminti foreldrini til at uppala børn síni væl og læra tey tey 10 boðini,trúargreinirnar,Faðirvár,dópin og kvøldmáltíðina á móðurmálinum. Hann álegði eisini presti og dekni í hvørjum kirkjuliði at læra ungdómin upp í hesum kristiliga barnalærdóminum.
Mynd og tekstur úr Barnasálmabókini