Plantur til matna (22)

349,00 kr.

Rithøvundur: Sigga Rasmussen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Plantur til matna (22)

Frágreiðing:

Evni:

Forlag: NÁM

Útgávuár: 2026

Síður: 224

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 10533

Vørulýsing

Plantur til matna er ætlað sum frálærutilfar og íblástur til
at menna føroyska vitan um grønmeti og grønmetisframleiðslu bæði hjá leikum og
lærdum.
 

Bókin er úrslit av eini verkætlan hjá Búnaðarstovuni í
samstarvi við Nám. Skrivað hevur Sigga Rasmussen, cand.hort. við drúgvum
royndum í plantufrøði, undirvísing og dyrking í Føroyum. Bókin er fyrst útgivin
sum teldutøk sBók og nú eisini sum prentað bók, so at fleiri kunnu fáa nyttu av
tilfarinum.
 

Í bókini eru fleiri enn 150 ymisk grønmeti umrødd, ið kunnu
trívast í Føroyum, tá umstøðurnar eru hóskandi. Nú matmentanir broytast,
matvørutrygd og heilsugóður kostur eru á breddanum, og stuttflutt grønmeti er
eftirspurt, er umráðandi at hava hollar royndir og vitan at byggja á. Hóast
avmarkað er av skipaðum royndarvirksemi, gevur henda bókin eitt djúptøkið
innlit í møguleikarnar bæði hjá vinnuni og til heimabrúk.
 

Myndirnar hevur Sigga Rasmussen sjálv tikið í Føroyum, og
tær stuðla frálæruni við ítøkiligum dømum og royndum úr  heimligum
umhvørvi.