Skriftstøð, yrkingar

178,00 kr.

Fleiri av yrkingunum eru dreymakendar og onkrar eru beinleiðis dreymayrkingar, og javnan spælir skaldið sær við viðurskiftunum ímillum subjekt og objekt. Einastaðni kjakast hann við veggin hjá sær, sum vil verða við, at hann treingir til at fáa
nakrar aðrar myndir hongdar á seg og annan lit. Spælið við orðum, og hvat er hvat, er altíð frammarlaga, og einastaðni hevur eitt skip fingið eitt kvæði um skrúvuna,og yrkingin endar við, at eg’ið heingir nøkur kvæðaørindir upp at ræsa.

Rithøvundur: Tóroddur Poulsen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Skriftstøð, yrkingar

Frágreiðing:

Evni: Yrkingar

Forlag: MENTUNARGR.STUDENTAFELAGSINS

Útgávuár: 2016

Síður: 96

Myndir: Nei

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 8136