HERVILIGI HENRY OG MAMMUDAGURIN, helst ikki tann dagurin á árinum, sum mamma hansara gleðir seg mest til. Í HERVILIGI HENRY HEVUR MARRUNA, verður Henry jagstraður av eini spøkilsiskanin við risastórum tonnum, einum ýlandi kirkjugarðsspøkilsi, og fyri ordans skuld eisini einum slímutum zombi. Og so ein nýggj søga HERVILIGI HENRY OG HEVNDIN HJÁ DØGURÐAGÍVRINI, har Henry fær vitjan av einum av sínum høvuðsfígginda. Og at enda LODNI SKARAR FRAMÚR.
Les um tað eina tingið, sum Henry er bangin fyri; um tá ið Óða Óluva vitjar aftur; hvat hendir, tá ið Henry ger ein film um familju sína, og nógv annað í stuttligastu og mest forherðari bókini higartil.
Ùti á víðum havi og fjald av tíðartoku siglir Mary Alice og manning hennara-leitandi eftir eini leið heim.Men gátuføra skipið verður jagstrað av einum bølmenni,sum fer ALLARSTAÐIR at leita tey upp.Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð.John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið.Manningin roynir at fáa hana aftur í hennara egnu tíð og sigla til eitt stað,har lív og skip verður sett í váða.
Bókin er býtt í tíggju evnisbýtt kapittul við teksti, myndum og uppgávum í hvørjum kapitli. Evnini eru húskið, skúlin, næmingafólkaræði, vinalag, barnarættindi, felagslív, fólkaræði, kommunur, nærumhvørvi og miðlar.
Lærarabók 4a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Mynd og tekstur úr Barnasálmabókini
Í Varðanum hesaferð eru greinar og yrkingar, stuttsøgur og ferðafrásagnir, endurminningar, samrøður og nógv ummælið.
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti. Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna. Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík
Kennir tú tjóðfugl okkara, tjaldrið? Les um, tá ið tjøldrini koma heim aftur at reiðrast, men ikki finna gamla reiðursplássið, tí fólk hava bygt hús har. Les um tjaldurspápan, sum dámdi so væl ost, og um lítlu Pinku, sum fekk ull um beinið. Fylg tjaldrinum frá tí tað kemur, til tað fer avstað aftur.
August (Auggie) Pullman er føddur við einum andlitsfráviki, sum forðar honum í at ganga í vanligum skúla – tað vil siga til nú.Tí nú skal hann í fimta flokk á Beecher Prep; og hevur tú nakrantíð roynt at veranýggi næmingurin, so veitst tú, hvussu strævið tað kann vera.Í grundini er Auggie bara ein vanligur drongur við einum heilt serligum andliti.Men kann hann sannføra sínar nýggju floksfelagar, at hann er akkurát sum teir, uttan mun til hvussu hann sær út?
DUNGANSVÍK her spældi eg mær barnaár við stein og dungansklett og aldist upp í dýrdarvár tá sólin ei var sett og minnir koma fyri meg og kalla á sín fund tí kyknar mær í sálini eitt smíl á summarstund
Sagnasøgan var ætlað ríkisborgarum, sum vóru ókunnigir í føroyskum máli, men áhugaðir í føroyskum viðurskiftum, og hon er eitt stytt úrval av serligum søgnum, sum kann geva hugmyndir av samfelagsligum viðurskiftum og fólksligum umstøðum her norðuri í gomlum døgum.