, , , ,

Kryptalportalurin 2

William er aftur á Læristovninum. Her er alt øðrvísi: Her eru portursbann og vaktir allastaðni. So fer ymiskt løgið at henda. Hví fær William hesi sterku herðindini? Og hvør er hesin myrki skapningurin, sum roynir at koma í samband við hann? Alt førir fram ímóti kryptalportalinum. Men hvat er har í grundini?

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Náttarskrímslið

Á degnum, tá ið Frank fyllir níggju ár, hendir nakað, sum broytir lív hansara. Tann lítli, ullinti hundurin hjá grannanum, Uffi, verður so uppøstur, at hann bítur Frank í fingurin, og so fer Frank at droyma løgnar dreymar. Í dreymi hevur hann skinn um allan kroppin, og hann rennur í skóginum á fýra beinum. Tað einasta, hann vil, er at blíva kíndur. Men hví blíva øll so bangin?

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Rokning 4, avritsmappa

Rokning 4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 4. flokki.

998,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Gloria og Soria Moria

Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18. Tey drekka heitt kakao við róma í og eta nýbakaðar bollar, sum abbin hevur bakað.Gloria hugsar ikki um annað enn, at hon vil gerast sirkusgenta, og tað heldur abbin vera eitt frálíkt hugskot. Úti í urtagarðinum hjá abbanum stendur ein spildurnýggj trampolin. Hana hevur abbin sett upp til sirkusgentuna, Gloriu.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

NEM mál í triðja

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum partarnir í næmingabókini: Skógvarnir siga frá, Tað grumma, Filmurin kallar, Nýggj vitan, Vit ríma, Orðafjas og Brýr. Aftast í bókini er vegleiðing við hugskotum um, hvussu lærarin kann brúka mállærubókina.

88,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Bónusyrkingar

Yrkingarnar eru hittinorðaðar og stuttligar. Tað ger, at atfinningin og tann staðiliga ávaringin móti tí oyðandi ávirkanini frá vørumentanini og sølulýsingunum, sum liggur aftanfyri, ikki er so herskin, at lesarin kastar bókina frá sær, men heldur at hann steðgar á og hugsar seg um.

69,99 kr.
Legg í kurv
, ,

Bárðar søga

Bárðar søga Snæfellsás, er fyrndar gomul.Kanska 800 ár.Hon er skrivað í skinnbók frá 15.øld,og líkliga er hon saman sett í 14.øld.Málið er gamalt og gott.Tað er lítið í søguni sum er álítandi,sonn søga. Tó er hon forvitnislig,tí hon sigur,hvussu fólk trúðu tá á døgum.Á ein hátt er tað søgan um stríðið í millum heidni og kristni - sagt sum eitt ævintýr. Vit eru ikki von við slíkar navna rexur nú á døgum.Tí er hon heldur tung fyrst.Men síðani lætnar og klárnar sum longur verður lisið.

30,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Snjóhvíta

Longu í 1915 var Snjóhvíta týdd og stóð tá í Ungu Føroyum nr. 11.Seinri var eg varur við,at henda sama søga var útkomin í íslendskari týðing við vøkrum myndum.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Jákup og bønastongin

Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ... til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mia verður njósnari

-Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki. Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!

88,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Flúgv, Fía! Flúgv!

Fía er fosturbarn. Mamman er ov sjúk at búgva heima. Fía hugsar, at einki í lívinum varir, hon fer ongantíð at hoyra til í látrinum og prátinum í fosturfamiljuni. Men Fía fer á máliskeið, hon vil læra at skapa okkurt vakurt. Hon hevur nógv at gleða seg til.

180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Annika í Dímun

Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.

160,00 kr.
Legg í kurv