Símun og Nói finna eina kanin undir sólberja-runninum. Hon rørir seg ikki. Nói torir ikki at fara yvir til kaninina. Eg skal fara at hyggja, sigur Símun.
Her er alt,sum tú hevur brúk fyri til at skriva tína allarbestu søgu! Set pallin,skapa minniligar persónar, brúka framúrskarandi orð, og enda søguna við einum vælskrivaðum útgangi - alt hetta fært tú hjálp til í hesi týdningarmiklu skrivileiðbeiningini, sum tú ikki kanst leggja frá tær.
Pál er glaður. Pápi hansara skal ganda fyri flokkinum. Tað hevur hann ikki roynt fyrr. Men hann hevur vant. So tað kann ikki miseydnast.
Pápi Pál hoppar høgt upp. Ansa tær nú, pápi, sigur Pál. Tú mást ikki hoppa so høgt. So rakar tú...
Hvussu stórir vóru dinosaurarnir, og hvat ótu teir? Hvørjir dinosaurar vóru ræðandi, og hvørjir vóru fittir? Í hesi bókini fært tú svarini og nógv annað at vita um hesi hugtakandi djórini.
Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi.
Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi.
Tað er beint fyri jólaføstu. Telefonin ringir, og í hinum endanum er eitt fremmant konufólk. Hon sigur, at hon er systkinabarn hansara. Skyldfólkini í móðurætt hevur hann ongantíð hoyrt um ella hitt. Navnið á abbanum hevur hann ongantíð fingið at vita. Hevur tað samband við, at hann hevur eina arvaliga sjúku, og at hann nú situr í koyristóli ? Er tað tí, tey hava verið so hulin ? Hann fer at hitta gomlu móður sína og vónar at koma á tal við hana, áðrenn ov seint er …
Vibekka er sein heim úr arbeiði, lesur, fer í bað og fer seinni á bókasavnið. Bókasavnið er stongt, men hon hittir ein mann og verður burtur í fleiri tímar … Hon sigur at kalla ikki eitt orð við sonin … Jón er einsamallur við tonkum sínum um, hvat hann man fara at fáa í føðingardagsgávu. Hann vónar, at hon bara er farin at keypa tilfar til føðingardagskøkuna. Tey bæði eta saman, men annars liva tey í hvør sínari verð.
Hon byrjar við ein fjøtrandi lýsing av at flekja – neyv lýsing í hvørjum smáluti, myndarík og vøkur. Í einum verða vit enn eina ferð sogin inn á oyggjarnar, har einsligar sálir kunnu fjala seg í tómum toftum, har til ber at draga undan, bara tú dugir at seta gørn og orkar at taka eitt tak.
Á vári 2017 skipaði Glasir fyri stuttsøgukapping millum næm-ingarnar. Inn komu 63 søgur, harav tríggjar fingu virðisløn. Hetta savnið er eitt úrval av teimum innkomnu søgunum.
Savnið er 94 síður við góðum yrkingum við abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli og uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt: asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva
Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.
Søgan er um ein havnardrong, sum frá barnaárum veksur upp í einum umhvørvi, har Sjónleikarhúsið – „Tað reyða húsið“ – gjørdist ein depil og mín gyklaði heimur.
Horvna Rósan er søgan um eitt føroysk frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður.Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag.