Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommuni? Bara ein lítlan túr út at pissa. Far ikki ov langt! Nei. Bara ein lítlan túr. Og tú mást ikki vera ov leingi burtur! Minst til tað! Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita. Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?
Nógvar søgur lýsa eina tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur. Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki. Og muran í menniskjanum er tað ið fram um alt hevur yrkjarans áhuga.
Bókin ger ævintýr av nýggjum, gevur gentum íblástur við 100 søgum um kvinnuhetjur frá Elizabeth l til Serenu Williams. 60 listakvinnur úr øllum herðashornum hava myndprýtt, hetta er mest stuðlaða upprunabók í søguni hjá hópfígging.
Bókin inniheldur 120 yrkingar og bleiv givin út í samband við, at Regin Dahl fylti 100 ár 5. november 2018.
Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.
Henda bók er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum
Tað er oss alóskiljanligt,men bíblian sigur,at longu áður enn grundvøllur heimsins var lagdur,havdi Guå búgvið hjálpina til.Og við fylling tíðarinnar kom hann sjálvur til jarðar og var frelsari vár.Sá,sum allir lutir eru skapaðir fyrir fátækt sína at gera oss ríkar.Nú reiknar Guð ikki framar við oss,nú reiknar hann við honum,sum sagdi:"Krevjið av mær".Hann er gingin inn í ætt vára sum maður meðal manna,sum hin annar Ádam,svá at hann megi taka burtur tað vonda,sum hin fyrsti Ádam gav os í arv.
Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann,–tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina.Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt.Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum.Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót.
Horvna Rósan er søgan um eitt føroysk frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
25 løg
Vit sigla í myndum um ókend høv, har dreymarnir rísa úr kavi, og ljósglottar umskara stavirnar, ið skrivast á villini havi.
Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga. Og hon býr í Sibiria, 10.000 km burturi. Tað verður ein long, vandamikil ferð. Men hvør er Baba Jaga, og hvussu fer hon at gera Mumbo Jumbo lítlan aftur?
Ronja er dóttir ránsmannakongin. Ronja er við at gerast vaksin, vil vera sjálvstøðug og ger uppreistur móti foreldrunum - serliga pápanum - tá hon møtir Birk, son fíggindan. Saman velja tey at venda ránsmannalívinum bakið.