, ,

Sunleif Rasmussen, LP

Sunleif Rasmussen, Karsten Vogel, Jóhannus á Rógvu Joensen, Aage Tanggaard. Jazz/World music

120,00 kr. v.mvg
Vís meira
, ,

Nósi, LP

11 barnasangir. Fyrsta síðan á plátuni sigur frá søguni um Nósa, ið svimur yvirum og hittir eina súlu, lundar eina royður og eina haru; tíbetur finnur Opna hann aftur har yviri. Á aðru síðu hoyra vit nakrar sangir og løg fyri børn og onnur.

99,00 kr. v.mvg
Vís meira
, ,

Brongl, LP

Orð og løg eftir Jóhannus á Rógvu Joensen. 8 løg. Jazz/World music

120,00 kr. v.mvg
Vís meira
, ,

Træið, LP

6 tónaverk eftir William Heinesen, Sunleif Rasmussen, Paula í Sandagerði og Kristian Blak. Classical.

99,00 kr. v.mvg
Vís meira
, ,

Fjallafólk á flatlendi (48)

Sanna Apol (f. Reinert) úr Norðradali flutti í 1920 nýgift til Hollands saman við hollendska manni sínum. Sanna fall ongantíð til í Hollandi, men kendi seg fjøtraða í leiklutinum sum „fjallafólk á flatlendi”.Í dagbók síni skrivar hon um sítt tvílyndi , sum í stóran mun snýr seg um stríðið millum náttúru og mentan bæði á persónligum og samfelagsligum stigi.Í hesi bókini fæst sjáldsamt innlit í tankar og gerandislív hjá føroyskari kvinnu fyri útvið hundrað árum síðani.

248,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gilgamesj - Viderø hugleiðir

„Nútímans vísindi, sum øll eru undir orsakasambandinum, eru grunnhyggin, síggja einans tað, sum er omaná, tí følnar lívið allstaðar, har tey sita í hásætinum og skipa og stjórna, eins og nú er at sjá um vesturheimin – lívið er har tómt, allir menn eru á ferð frá einum staði á annan, og umhvervið eitrast og spillist av teirri hræðuligu fljúgving og dynjandi ferðslu – menn fljúgva,tí at teir eru tómir – eins og loftkíkurin – og vita ikki, hvar teir skulu vera.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Jørundur og drekin (20)

Lurta eftir hjartanum og ger tað, ið tað ræður tær til. Við hesum ráðnum fer Jørundur út í verðina at leita eftir sínari dreymaprinsessu. Ein dagin finnur hann hana, og hon er alt, hann nakrantíð hevur droymt um. Men í ríki hennara ræður ein óndur dreki, sum hvønn mána etur eina ungmoy. Kongurin hevur lovað tí, sum eydnast at drepa drekann, alt, hann eigur ... Hóskar væl til upplestur.

158,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Eta gras

Eg eiti Imani Lillian Mau, og mær dámar alt. Klintra ovast upp í trø, telja upp í hundrað og eitt og fara eftir vatni hinumegin fjallið. Onki kann steðga mær!

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Hvíti fuglur (28)

Tey, sum hava lisið Undur, kenna Julian sum happaran, ið ger lívið truplt fyri Auggie. Í hesi bókini hoyra vit um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. - Ein sterk og fullkomiliga ógloymandi grafisk skaldsøga eftir virðislønta rithøvundin R.J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur.

248,00 kr.
Vís meira
, , , , , , ,

Gutti og skálkarnir

Øll í løgregluni handtaka skálkar. Uttan Gutti. Skammikrók, siga hini. Men í morgin . . . tá skal Gutti vísa teimum.

110,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Fangaður í bjarnaklónum - og aðrar spennandi søgur

Todd tveitti seg niður, og bkørnin fór at klóra og bíta. Todd føldi, hvussu bjarnaklørnar skóru ígjøgnum ryggsekkin. Hann helt aftur um háls og nakka á sær. Hjartað dukaði í bringuni á honum. Hann var sloppin við lívinum í fyrra álopinum, men tað var als ikki vist, at tað fór at eydnast eina aðru ferð afturat. Um bjørnin fekk hol á eina av teimum stóru bjóðæðrunum, so fór hann at bløða út í skóginum.

130,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Eitrandi dýr

Hví eru summi dýr eitrandi? Hvat hendir, tá ið ein ormur bítur? Hví stinga vespur? Hvat er tað mest eitrandi dýrið í sjónum? Í hesi bókini fært tú svarið og meiri at vita um vandamikla heimin við eitrandi dýrum.

90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Vakurleikin og ódjórið

Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu í urtagarðinum á einum slotti, møtir hann einum ræðuligum ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri at bjarga pápanum... men hvat bíðar henni á gandaða slottinum?

126,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Birita og summargávan

Fýra vikur í summarhúsinum uttan vinkonur! Hetta verður tað keðiligsta summarið, hugsar Birita. So hittir hon Kristinu, og alt sær út til at verða gott. Men summargávan frá Kristinu ger alt so trupult.

170,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Póldjór - Heimurin hjá Djóra-Djóna

Djóra-Djóni sigur frá sínum yndis póldjóri. Frá hvítrevinum til náhvalin. Visti tú? At ternan flýgur umleið 71.300 km á hvørjum ári? At tenninar á bóghvítuhvalinum gerast 10 cm langar? at pingvinin heldur eggið heitt við at hava tað á fótunum og fjala tað við fjaðrahúðini?

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , , ,

Handbók fyri superhetjur 3.partur - Einsamøll

Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum Rosenhill bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Øll uttan tann vandamiklasti skálkurin, Wolfgang. Hann er móður av at verða hóttur av Reyða skortinum, og hann hevur sett sær fyri at steðga superhetjuni, einaferð med alla.

198,00 kr.
Legg í kurv