Ein annar er gull (27)
Tann eini tátturin er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bondunum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á.Ring samvitska um at bróta heilagar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verður ásttikin í einum manni, meðan tann, tú ert gift við, liggur sjúkur?
Mín dagur í vøggustovuni (23)
Eitt vøggustovubarn upplivir nógv hvønn dag, bæði gott og ringt. Talan kann vera um nógvar kenslur, snuddir, smíl og klemm, sum kunnu vera torfør at seta orð á ella vísa í tí aldrinum. Bókin er skipað rundan um 12 rím, ið fevna um støður, sum vit kenna aftur frá gerandisdegnum hjá lítla vøggustovubarninum.Til hvørt rímið eru nakrir spurningar og hugskot um ymiskar venjingar, ið er ætlað at vera grundarlag undir samrøðu og samansjóðing við virðing fyri einstaka barninum.
Tvístøða (34)
Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.
Endin (14)
Tú ert seytjan ára gamal. Tað er summar, og verðin sær út júst sum vanligt. Men tú veitst, hvat fer at henda. Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina? Og hvørjum vilt tú vera saman við, tá ið alt fær ein enda?Endin er ein undirgangssøga um tvey einsamøll ungfólk í einari verð, sum livir upp á lænta tíð.
Varðin 87, 2020
Varðin 87 vísir okkum margfeldið í málinum í 2020, í yrkingum, í stuttsøgum, í samrøðum og í umrøðum og ummælum.
Snyrlasnið - lita føroysk bindinarmynstur (50)
Tá tú litar eina mandalatekning - snyrlasnið - gevur tú hugflognum rúmd og tonkunum eina fríløtu. Fylg tráðnum við hugflogi og litum.
Snyrlasnið - lita føroysk evni (50)
Tá tú litar eina mandalatekning-snyrlasnið-gevur tú hugflognum rúmd og tonkunum eina fríløtu. Ein verð av spegilsmyndum bíðar eftir litum
Málibók - fyri smærri børn (50)
Barnið gevur løtuni litir við føroyskum tekningum
Málibók - lita tráðin (55)
Fylg tráðnum við hugflogi og litum
Málibókin - lita bundin klæðir (55)
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna - og hugflogið at seta lit á plaggið
Kenn mær einki um
Sjúrðrarkvæðini eru partur av føroysku populermentanini og endurspegla eina føroyska hugmyndafrøði um kyn. Eitt nú vísa persónlýsingarnar ein greiåan mun á kvinnum og monnum: Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir, hinvegin, eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir duga ikki gand og gera ongantíð órætt.
Leyp á bláman (50)
Várið og summarið 2020 hava við sær fleiri og fleiri dyppa í sjónum. Eg havi verið og vitja í fleiri bygdum í Suðuroynni, Eysturoynni, Vágum og Streymoynni, umframt í Klaksvík. Og allastaðni har eg komi, siga tey, ið dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú fegnast- Lýsingarorðini er mong og góð.
Lívið - Myndprítt (9)
Eingin myndprýðir óttan, vónina og dreymarnar hjá okkum menniskjum sum Lisa Aisato. Her hevur hon savnað allar sínar bestu myndir, bæði klassikarar og spildurnýggjar myndir, og skrivað ein lívsjáttandi tekst um hetta lívið, sum vit øll skulu læra at liva. Alt, sum lívið hevurat bjóða: kærleika, sorg, iva og stóra gleði lýsir og myndprýðir Lisa Aisato við sínum serstaka stíli, sum rørir okkurt djúpt í okkum.
Mín jólabók 2020 (20)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.















