Blív, LP
9 Løg The word “Blív” can have different meanings in faroese. It can mean: to be, become, remain or stay (instead of running away). It’s in part inspired by Nietzsches philosophy about becoming who you are. “I started writing songs on the guitar as a ....
Føroyar í andgletti (29)
Jógvan Arge hevur givið út bókina “Føroyar í andgletti”, sum snýr seg um 1980ini í Føroyum. Hetta er ein spennandi bók um tey ríkiligu áttatiárini, sum føroyingar bøttu fyri við húsagangum, armóð og stórari fráflyting í nítiárunum.
The Faroe boys, LP
11 sangir. Upptøkur frá 1967
Jólagrísurin (12)
Ein av heimsins størstu søgusigarum hevur skrivað hetta hjartanemandi, spennandi ævintýrið um, hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum - og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí.
Skapa tær saman við tapirinum!
Tað er lætt at broyta sítt vakra skap, tá ið tú ert í føðingardegi. Men at fáa rætta skapið aftur er ikki bara sum at siga tað - serliga um tú ert ein lítil tapirur, fullur í kaku. Les um, tá ið Mimbo Jimbo, Gepardurin, Krokodillan, Mumbo Jumbo, Austin og Minna og øll hini stríðast við at fáa Tapirin aftur í sítt fulkomna TAPIR-SKAP!
Norska Løva, nótabók (11)
Í bókini er fyrst og fremst partiturið, síðani tey ymsu insturmentini - og sum eitt kuriosum eru nótarnir hjá teim ymsu instrumentunum eisini goymdir í pdf-formati á geymanum síðst í bókini, klárir at skriva út.
Sombifepur (28)
Ein gátuførur fremmandamaður kemur til Eldsalu. Tað er tað heitasta summarið, ið Herbert veit um, og vespur eru allastaðni. Samstundis byrja fólk í Eldsalu at gerast sjúk. Tey fáa fepur og reyð eygu, og Herbert og vinurin, Sally, gerast illgrunasom.
Tey gávaðu, tey evnaríku og eg (13)
Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar.
Rustaði heimurin 1 - Flýggjanin úr Danmark
TEY FÝRA SYSTKINI – Píl, Petur, Bowie og Ramona skulu ferðast hjá abbanum í Svøríki. Men á ferðini úr heiminum í Grønlandi detta tey niður í Danmark, sum er eitt ovurstórt ruskpláss við ruski og oyðiløgdum robottum. Børnini fáa brúk fyri øllum sínum uppfinnsemi og viljastyrki fyri at finna abba sín, tí tey hitta bæði vinir og fíggindar á vegnum. Tað verður eitt garvilt ævintýr.
Skrímslaleikur (36)
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini.
Hvør drap bambi? (34)
Hvør drap bambi? er skaldsøga um at vilja gloyma og um at krøkja seg fast í minnið. Um søgur, ið fara í fillur, og familjur, ið syndrast. Hetta er eisini ein skaldsøga um sakloysi og álit og kærleika, sum aldri doyr.
Á brekkubø
Smádrongurin, ið søgan snýr seg um, eitur Álvgrímur. Mamman hvørvur med alla og letur hann vera einsamallan eftir á Brekkubø hjá tveimum hjartagóðum fólkum. Har veksur hann upp millum løgnar stavnar og viðbrekin fólk, ið øll hava tað í felag at dúva upp á „abban“ og „ommuna“. Bókin fylgir tí gløgga og viðkvæma dreinginum upp til unglingaárini, gáttina til ta vaksnu verðina, tá ið hann heldur av stað út í heimin at læra kynstrið at syngja.
Føroyska rossið
Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? at føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum. sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.















