, ,

Eitt orðatak um vikuna (46)

52 orðatøk og 52 hugleiðingar. Nýggj og gomul, stutt og long, álvarsom og skemtilig. Hvat merkja tey, hvaðani koma tey, og hvussu brúka vit tey? Bókin viðger í løttum hugleiðandi tekstum hendan livandi og spennandi partin av føroyska málinum. Bókin viðger í løttum tekstum hendan livandi táttin í føroyska málinum. Eitt orðatak og ein hugleiðing um vikuna í eitt ár.

198,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ein undursom bjarging (12)

Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur. Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum. Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap.

250,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Í geyma

Søgurnar úr Geyma eru ætlaðar stórum og smáum. Tær eru skrivaðar til vaksin at lesa fyri børnum (men tey børnini, sum duga, kunnu sjálvandi eisini lesa sjálv). Ætlanin er, at tað skal vera eins stuttligt hjá báðum at hoyra. Løtan, tá børn og vaksin sita saman og lesa søgu, er nakað heils serligt. Tá ferðast tey saman inn í ein felags loyniligan hugaheim.

199,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Tvassa og Tvøri (30)

Í hesi fittu søgu næstan alt ber til, Tvøri koyrir bát og Tvassa siglir bil. Kópur hann vil lesa, at trilla músin fer. Hvalurin og kúgvin spæla saman her.

175,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Altartalvan (26)

Altartalvan Tann heilaga Kvøldmáltíðin frá 1647 hvørvur úr Havnar Kirkju, meðan ramman stendur eftir. Á baksíðuni á hesari er ein gamal skurður inn í viðin, IHS. Hevur tað samband við vitjan av einum jesuitti í 1600-talinum? Tá ið danski stjórin á Listasavninum stutt seinni verður funnin krossfestur á norðurbróstinum í kirkjuni, tysja spurningarnir fram. Hannis Martinsson við sínum trúgvu hjálparmonnum Edmundi West og Haraldi í Sátudali royna at fáa skil á fløkjuni.

298,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Fuglurin Oskar

Kanska tú ikki kennir Oskar, men eg vænti, at tú kennir onkran, sum líkist Oskari ella onkrum av teimum, sum tú hoyrir um í søguni um Oskar. Hugsa tær, um tú dugdi at skilja fuglamál.... ella um tú dugdi at flúgva... ella um ... ja, tað kundi verið so nógv, sum hevði verið stuttligt at duga. Eg veit, at Oskar er øgiliga spentur at hitta teg. hann hevur nógv at tosa við teg um og nógv at vísa tær. Hugna tær og minst til at flenna eitt sindur hvønn dag. Tað veit eg, at Oskar ger.

119,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hvíldarheimið, mp3

Hannis Martinsson er eftir skurðvigerð komin á Hvíldarheimið. Hann fær at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd

249,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Loynigentan, mp3

Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan lívið av sær? Hvat var tað, ið hendi?

249,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Rógvi og náttarravnur (33)

Rógvi dámar væl myrkur. Náttin er so gátufull og spennandi. Seint eitt kvøldið flýgur ein náttarravnur framvið. Saman fara teir eina ævintýrferð.

175,00 kr.
Legg í kurv