Klaverbókin hjá Stamen
Fyri børn. Klaverspæl, nótar.
Borgin handan havið
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Varðbjørn
Tað er tíðliga um morgunin. Leikabúðin er ikki opin. Allar bjarnirnar liggja í fasta svøvni ... næstan allar, tí ein svevur ikki. Hvat bagir lítlu bjørnini? Hon situr á varðhaldi og bara starir og svarar ikki, tá ið vaskibjørnin, hvítabjørnin og hunangsbjørnin royna at hjálpa henni. Men so kemur Sussibjørnin...
Heimssøga 1, ljóðbók á fløgu
Heimssøga 1 viðger tíðarskeiðið fram til 1814 í veraldar- og Føroya søgu.
Burturhugur, filmur en.tekst
Hesin filmur tekur støði í bygdini Hattarvík í Fugloy og teimum fáu fólkum, sum búgva har um aldaskiftið 2000. Filmurin leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum bygdarfólkið upplivir hana.Hetta verður gjørt gerandisliga og livandi bæði við álvarsligum og kensluligum huglagi. Staðið sjálvt og umhvørvið slepp at seta sín dám á filmin, skýferð,sól vindur,fuglar,kirkjan og havið verða flættað saman við frásagnum hjá teimum sjey íbúgvunum.
Burturhugur, filmur fø.tekst
Hesin filmur tekur støði í bygdini Hattarvík í Fugloy og teimum fáu fólkum, sum búgva har um aldaskiftið 2000. Filmurin leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum bygdarfólkið upplivir hana.Hetta verður gjørt gerandisliga og livandi bæði við álvarsligum og kensluligum huglagi. Staðið sjálvt og umhvørvið slepp at seta sín dám á filmin, skýferð,sól vindur,fuglar,kirkjan og havið verða flættað saman við frásagnum hjá teimum sjey íbúgvunum.
Grønur var dalurin, fløga
Húski í Wales, har mannfólkini í húsinum arbeiða í kolanáminum. Tað er yngsti sonur teirra, Huw, ið sigur søguna, sum er um tað góða og tað ringa, sum hesum fólkunum og øllum hinum í bygdini var fyri síðst í 19. øld og fyrst í 20. øld.
Hjálp! Ránsmenn!
Tveir menn í brølapum og við maskinbyrsum í hondunum koma brestandi inn á posthúsið. Sebastian og Johanna koma heilskapað frá ráninum, men aftaná kemur ræðslan: tey sóu ikki, hvørjir ránsmenninir vóru, men ránsmenninir sóu tey.
Hvar er Bus-Álvur
Nú er Álvur vorðin stórur og skal fara í skúla í morgin. Men hví er hann so tigandi og fáligur og als ikki so glaður, sum hann er vanur?
Mick Harte var her
Hugtakandi bók, sum í stuttum snýr seg um ferðsluvanlukku, deyða - og um hvussu tú sum avvarðandi kanst koma til sættis við lívið eftir púra óvæntaða vanlukku. Tá ið bókin byrjar, er Mick Harte deyður. Høvuðspersónurin, systir hansara, ið bara var 10 mánaðir eldri enn hann, sigur søguna um, hvussu Mick var, um vanlukkuna, um sorgina, sum lamdi øll eitt skifti, og um hvussu tey so líðandi komu fyri seg aftur.
Nykrósutjørn
Í skúlanum gongur væl hjá Steffi og Sven og hon eru saman hvønn dag. Tey ganga túrar við hundinum og vitja vøkru Nykrósutjørnina. Steffi er eydnurík, men torir ikki at siga Sven sannleikan um sín loyniliga kærleika. Ein dagin sær hon Sven saman við eini gentu, og nú verður ikki væl vorðið hjá Steffi.
Mammur okkara
Jákup hyggur at mammuni, sum gongur við stórum búki, og undrast á, um aðrar mammur eru sum mamman. Saman við bókini fylgir eitt klistriark við øllum børnunum. So er bara at finna rætta barnið og klistra tað á rættan búk.
Maturin - vørukunnleiki
Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur innlit í føðsluvirði, mattøkniligar eginleikar, hagreiðing, goymslu og haldgóðsku. Tað hendir so nógv á matvøruøkinum, at neyðugt er at fylgja við. Tættirnar Bjargafugl og Grind - tvøst og spik hevur Valborg Rasmussen, lærari, skrivað.













