Leadberry er fólkapopp duo við Jústines í Túni og Sakaris Emil Joensen. 4 løg eru á fløguni: Hello Pretty, No, Running, Younger og Sweet.
Snotuliga fløguboks við nógvum av tí, Robert Mc'Birni hevur framført tey seinastu 50 árini. Í boksini eru 3 fløgur við undirheitinum: Robert 25 ár og singlur, Tættir og Barnasangir. Í alt eru 36 skeringar
Bókin er ein faktakend bók, sum er liður í røðini av undirvísingartilfari í kristni til framhaldsdeildina. Hvør kapittul endar við einum samandrátti og uppgávum. Niðast á hvørjari opnu eru orð, sum kunnu vera torfør hjá næmingunum at skilja.
Vinir mínir og eg - kristni 2 er bókaheild til kristnikunnleika í 2. flokki. Saman við firvaldinum Vitu kann mann lesa um mangt og hvat og hoyra søgur úr Bíbliuni um fleiri av dýravinum hennara.
Yrkingarnar eru um nýføðingin, lívsins undur, sum verður samanborin við eina stjørnumynd, her er haiku í einum humoristiskum málburði og heilsanir til grundarlagið undir øllum: natúruna, sum vit øll fyrr ella seinni gerast partur av.
Bókin er í tveimum: í veruliga lívinum verður søgan fortald við vanligum teksti, men tá ið vit koma í Malice, sum undirverðin eitur, verður eisini sagt frá í teknirøð. Letur tað seg gera at sleppa heim aftur er júst hetta, Seth og Kady stríðast við.
Tá ið Mumipápin verður sjúkur, setir hann seg niður og byrjar at skriva um ungdómslívið, tá ið alt var nógv størri og vandameiri og heitari enn nú. Kanska reypar hann í so nógv, men tað er til stóra fragd fyri áhoyrararnar.
Kaninin liggur ein dagin fløt sum ein pannukøka á vegnum, og so er spurningurin: skalt tú bara ganga framvið og látast sum onki, ella kann hon brúkast til okkurt? Hundurin og rottan vita eina loysn, so sjálvt flatar kaninir kunnu koma til sín rætt.
Lærubók í tekning. Dømi um kompositión, frágreiðingar um perspektiv. Dømi um hvussu listafólk nýta skravering at skapa rúm og dýpd.
Rottan er fyrsta stuttsøgusavnið hjá Sólrún Michelsen. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum kanska ikki er so gerandis kortini. Samanrenningin av gerandisdegi og einum farra av óhugna ger, at søgurnar í hesum savni eru ikki sørt skelkandi.
Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini. Sigrið kemur í klórnar á einum illgrunasomum manni ið tekur hana við í kloakkrørini undir býnum, bindur hana í ein stiga og rýmir. So sær Sigrið rotturnar og hoyrir brúsandi ljóðið av vatni, sum fløðir.
Ljóðbussurin skal vísa, hvar í munninum tey ymsu ljóðini verða myndað. Tey ljóðini, sum sita fremst í bussinum, verða mynda fremst í munninum o.s.fr.
Súlubók - sætta bók í røðini. Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu 10 bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t, i, b, e, g. Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um.
Evnið er oljuleiting í Hetlandsrennuni og á føroyska landgrunninum seinastu 20 árini og hvussu hetta hevur ment vitanina innan jarðfrøði. Kapitlar eru m.a. um skap í undirgrundini, jarðfrøðina á havbotninum og oljuleitingarjarðfrøði.
Fløgan hevur 4 løg og er á enskum. Progressivt death/trash tungmálmur.
Aron Isaksen hevur skrivað og sungið løgini. Tikið upp í Rokkstovuni í Havn í 2010.