Góðar og nýskrivaðar søgur og yrkingar umframt spennandi ítriv at gera til jólar. Jólabókin er familjubók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur í tíðini upp undir jól.
2 av 3 bókum um Kartniss, sum heilt óvæntað hevur vunnið árligu Hungursleikirnir saman við Peeta. Vandi er fyri uppreistri, og ræðslusligin finna Katniss og Peeta út av, at eru tey, sum hava fest í! Og øði er komið í Capitol, sum vil hava hevnd ...
Í bókini eru níggju yndisligar, stuttar frásøgur um øll í Mumidali.
Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Fríða og Bjørn lofta við bólti, og Fríða kastar av óvart bóltin inn í garðin hjá Rósu, men hon torir ikki inn eftir honum, tí tey halda, at Rósa er ein heks. Men er hon tað ? Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Kaninirnar spæla sær í tí besta grasinum í landinum. Tað er bara tað, at tær fáa ikki frið fyri hundunum, sum jagstra kaninirnar. Og so pissa og kukka teir eisini í góða grasið.
Tað eru tilsipingar til Karsten Hoydal, Regin Dahl, Janus Djurhuus og mong onnur skald, men kjarnan eigur yrkjarin sjálvur.
Um Hana og Hann, um Sasjenku og Volodenka, eitt brævaskifti millum tvey ungfólk. Hvørji eru tey? Hvørjum skriva tey brøv? Tó at brævaskiftið fer út um lívsins og deyðans mørk, er spurningurin eftir: hvør er deyðin?
Margbroytta skaldsøgan um kærleika, djevulin, Pontius Pilatus, svik og ódirvi, sannleika og ranga hugsan. Meistarin og Maragrita er ein grotesk komedia og hvøss satira.
Tær flestu av yrkingunum eru ein ferð niður og norður til vesaldóm og niðurundirkomið fólk.
Hon heldur ein fyrilestur fyri linum áhoyrarum um halgimenni. Heðin býður henni heim við sær at gista. Morgunin eftir ætlar hon sær av stað, men um náttina er so nógvur kavi lagstur, at tað er ikki hugsingur um.