, , , , , ,

Søgur til dreingir, sum tora at vera øðrvísi (9)

Ein bók við 100 hugvekjandi søgum um dreingir, eldri sum yngri, kendar sum ókendar, sum gjørdu sítt til at gera heimin til eitt betri stað við teirra arbeiðssemi, gávumildni og sjálvsáliti. Sannar søgur um ótrúligar dreingir, sum broyttu heimin uttan at drepa drekar. *Ongar superhetjur ella prinsessur at bjarga her.

265,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Vágaverk. Ivaveð(g)ur, LP

1 Húsabrekku Blues 2 Nobody Does It 3 Cajun Baby 4 Ábit og eitt ból 5 Bommilom

200,00 kr. v.mvg
Legg í kurv
, ,

Hey! 5. - Á ferð í Føroyum

Hey!-heftini eru samrøðugrundað og venda sær til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál.Tey taka støði í CEFR-førleikastigunum A2 og A2+. Innihaldið í heftunum hellir seg til evnini, ið verða viðgjørd í bókini Vælkomin, ið Bergljót av Skarði skrivaði. (Ungu Føroyar gav út í 2017)

85,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Dropar, lesibók til 7 flokk

Dropar er lesibók ætlað sjeynda flokki. Hetta er fyrsta bók av trimum lesibókum, sum eru ætlaðar teimum trimum stigunum í hádeild. Í bókini finnur tú dropar av skaldskapi, vit hava á føroyskum, og sum ritstjórnin hevur mett vera hóskandi til 7. floks næmingar.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Martin Joensen- Tekstir og løg ígjøgnum hálva øld (12)

Í eina hálva øld hevur Martin Joensen glett okkum við sínum tekstum og løgum. Við tónleiki og tekstum, ið hava nomið so inniliga við føroysku fólkasálina. Nú eru verkini sáldað og savnað og borðreidd saman við nótum til sangirnar.

398,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Upplesarin (34)

Bókin fer fram í Týsklandi eftir seinna heimsbardaga. Fimtan ára gamli Michael Berg verður sjúkur ein dagin, hann er í skúla. Hanna, eitt gátuført og eiggiligt konufólk, farið um tey tríati, tekur sær av honum. Tað gerast væl og meira enn tað – tey njóta og øsa svangliga hvørt annað kynsliga. Brádliga ein dag er hon horvin og letur ongan vita hví.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Punktum

Verður tøk til skúlaársbyrjan

Punktum er ein handbók, sum fyrst og fremst er ætlað mállæruundirvísingini í hádeild. Hon er ein grundbók, sum tú brúkar frá 7. flokki og restina av fólkaskúlaárunum. Endamálið er at arbeiða við føroyskari mállæru, sum hóskar til ungdóm, tó at tað eisini ber til at brúka hana í øðrum samanhangi.

348,00 kr.
Vís meira
, ,

Dreymsótt (24)

Í eystri er nú ein heilt, heilt veik rond av ljósi. „Kom, vit mugu ganga skjótari,” sigur Agnas knappliga. „Koma vit ikki yvir um Lambafelli, áðrenn tað av álvara lýsir, kunnu vakmyndatólini saktans varnast okkum.” Vit seta ferðina upp. Tað ber ikki longur til at njóta løtuna, bara ganga so skjótt vit orka. Lættari og lættari er nú at síggja, hvar vit traðka. Ov lætt. Tað er til at gráta um, at sólin er fíggindi okkara.

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Ferð á føroyskt- sum annaðmál 1, Lærarabók

Lærarabók 1 hoyrir til bókaheildina Ferð á føroyskt, sum er undirvísingartilfar til føroyskt sum annaðmál. Tilfarið er ætlað næmingum í 4./5. flokki og uppeftir, umframt vaksnum, ið tosa annað mál enn føroyskt, og sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum. Bókaheildin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, ljóðfílur, Svarlista, Tekstir til ljóðfílur og Lærarabók.

598,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Føroysk samfelagsfrøði B-stig

Føroysk samfelagsfrøði – B-stig er fyrsta samfelagsfrøðiliga lærubók, ið er skrivað beinleiðis til undirvísing á B-stigi í Føroyum. Bókin er í høvuðsheitum skrivað av miðnámslærarum, ið kenna til málbólkin, samstundis sum hon heldur seg neyvt til innihalds- og førleikakrøv í námsætlanini.

298,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Gaia 6. Arbeiðsbók


Verður vónandi tøk tíðliga í heyst.



Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia

118,00 kr.
Vís meira
, ,

Gaia 6. Grundbók

Gaia er lærubókaheild til náttúru og tøkni í miðdeild. Heildin fevnir um: - grundbók - arbeiðsbók - lærarabók - snar.fo/gaia

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Hugleiðingar av marbakkanum (16)

Við alski verða fólk og støð lýst. Stundum í ritroynd­um, stundum í vanligum minnislýsingum. Í teimum ­tekstunum, har høvundurin minnist aftur á meira ella minni søguligar smáhendingar í Havn, bera tekst­irnir brá av autofiktión. Eitt val, ið er tilætlað fyri at loysa seg eitt sindur frá sjálvari hendingini og gera hana øllum viðkomandi.Undir tekstunum liggur alsamt ibsenska staðfestingin: Evigt ejes kun det tabte! Men tað, ið mist er, er her skilt sum tað, ið farið er–ikki tað, ið horvið er

348,00 kr.
Legg í kurv
, ,

Søga 6, Næmingabók

verður dentur lagdur á at greiða frá søguni um, hvussu fólkaræði spretti og vaks til tað, sum tað er í dag. Sum heild er dentur lagdur á tann týdning, sum lógir og rættarskipan hava havt upp ígjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan borið til at ment samfelagið líka nógv, sum føroyska samfelagið er ment, síðan fyrstu fólkini komu henda vegin í landnámstíðini. Bókin hevur 6 høvuðspartar, umframt 5 smærri partar um søguligar persónar.

348,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fólkaræði - hvat, hví og hvussu.

Bók ætlað teimum, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi millum samfelagsfrøði, søgu og heimspeki. Bókin hevur eisini almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið.

198,00 kr.
Legg í kurv